Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

27. fundur

Hósdagur 3. december 1998

kl. 13.30

Ár 1998, hósdagin 3. desember, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Eyðun Viderø, løgtingsmaður og Signar á Brúnni, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

 Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 26/1998: Góðkenning av rammuavtalu millum Føroya Landsstýri og Grønlands Landsstýri um sínámillum fiskirættindi.
    Broytingaruppskot frá samdari uttanlandsnevnd samtykt 28-0-0.
    Uppskot til samtyktar soleiðis broytt samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 28/1998: Góðkenning av millumtjóða sáttmála um sosiala forsorg og sosialar tænastur.
    Uppskot til samtyktar samtykt 28-0-0
    Málið avgreitt.
  3. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr.100-7/1998 frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðavinnu í Føroyum.
    Málið avgreitt.
  4. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr.100-8/1998 frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunningardiskinum á flogvøllinum.
    Málið avgreitt.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/1998: Eykafíggjarlóg fyri 1998.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 64/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for årene 1999-2001".
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  7. Framløga.
    Rættarnevndin legði fram álit í tingmálunum nr. 54/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroyskan happadrátt, nr. 55/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eydnuspæl v.m. og nr. 56/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding.

Landskassaroknskapurin fyri fíggjarárið 1997 varð latin tingmonnum.

Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-12/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðaætlanina um Leirvíksfjørð

Tikið av dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 66/1998: Uppskot til løgtingslóg um grundlógarnevnd og val av nevningagrundlistanevndum.

 Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 4. desember 1998 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurningi nr. 100-12/1998 til Finnboga Arge, landstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðaætlanina um Leirvíksfjørð.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 44/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til bygging av fiskiførum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 47/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 48/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 18/1998: Uppskot til løgtingslóg um útjavningarstuðul til útjaðaraøki.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 59/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um endurgjaldsábyrgd.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 61/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje og for Færøerne om retsafgifter".
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Lov om Domstolsstyrelsen og af ændring af konkursloven".
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 63/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting í lóg um Føroyar um rættargang v.m.
  10. Framløga.

Fundur lokin kl. 18.10

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                                /Marius Rein
                                                        skrivari