Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

20. fundur

Fríggjadagur 13. november 1998

kl. 13.30


Ár 1998, fríggjadagin 13. november, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jørgen Niclasen, Óli Breckmann, Jóannes Eidesgaard og Flemming Mikkelsen vóru ikki á fundi.


Farloyvi:

Skriv frá Jógvan við Keldu, dagfest 12. november1998, um farloyvi og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Norðoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at Jógvan Lützen, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Jógvan við Keldu.

Skriv frá Jenis av Rana, dagfest 8. november1998, um farloyvi frá 13. november 1998 til 22. november 1998 og at næsti maður á lista Miðfloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á Vilhelm Johannesen, Alfred Olsen og Jógvan Durhuus um at kanna, hvør næstur er á lista Miðfloksins í Suðurstreymoyar valdømi. Vilhelm Johannesen mælti til, vegna seg sjálvan, Alfred Olsen og Jógvan Durhuus, at Álvur Kirke tekur sæti fyri Jenis av Rana. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Til viðgerðar:

1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 32/1998: Uppskot til løgtingslóg um yrkisskúlar.
Málið beint í mentanarnevndina.

2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/1998: Uppskot til løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
Málið beint í mentanarnevndina.

Løgtingsmálini nr. 32 og 33 vórðu viðgjørd undir einum.

3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 19/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um "lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter".
Málið beint í trivnaðarnevndina.

4. Framløga

Henrik Old, løgtingsmaður, legði vegna Javnaðarflokkin fram tingmál nr. 58/1998: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til lemmatrolarar.

Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, legði vegna løgmann fram tingmál nr. 57/1998: Uppskot til løgtingslóg um minstuløn og dagstudning.

Vinnunevndin legði fram álit í tingmáli nr. 23/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kapping

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-9/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi pensjónsreformi og fyrispurning nr. 100-10/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann og landsstýrismann í fiskivinnumálum, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi sølum yvir uppboðssølu.

Tikið av dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 27/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til útróðrarflotan undir 20 BRT, 1. viðgerð av tingmáli nr. 28/1998: Góðkenning av millumtjóða sáttmála um sosiala forsorg og sosialar tænastur, 1. viðgerð av tingmáli nr. 52/1998: Avtala um fyrisiting av várgýtandi norðhavssildini, 1. viðgerð av tingmáli nr. 30/1998: Uppskot til løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m, 1. viðgerð av tingmáli nr. 36/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðagjald, 1. viðgerð av tingmáli nr. 54/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroyskan happadrátt, 1. viðgerð av tingmáli nr. 55/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eydnuspæl v.m. og 1. viðgerð av tingmáli nr. 56/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 17. november 1998 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-9/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi pensjónsreformi.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-10/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann og landsstýrismann í fiskivinnumálum, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi sølum yvir uppboðssølu.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 23/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kapping.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 27/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til útróðrarflotan undir 20 BRT.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 28/1998: Góðkenning av millumtjóða sáttmála um sosiala forsorg og sosialar tænastur.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 52/1998: Avtala um fyrisiting av várgýtandi norðhavssildini.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 36/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðagjald.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 30/1998: Uppskot til løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 54/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroyskan happadrátt
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 55/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eydnuspæl v.m.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding.
    Løgtingsmálini nr. 30, 54, 55 og 56 verða viðgjørd undir einum.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 50/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
  13. 1. viðgerð av tingmáli nr. 31/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið. (FHS-útbúgvingar).
  14. Svar uppá fyrispurning nr. 100-6/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi barnaansingarviðurskiftum.
  15. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.30

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                    /Marius Rein
                                                skrivari