Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

18. fundur

Mikudagur 4. november 1998

kl. 13.30

 

Ár 1998, mikudagin 4. november, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Jógvan Durhuus, løgtingsmaður, løgmaður og Eyðun Elttør, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 10/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá. Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 11/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og á førum undir 20 tons (BRT/GT). Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 12/1998: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um vaktar- og bjargingartænastuna. Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 17/1998: Uppskot til samtyktar um løgtingslóg um sosialar pensiónir og javning av almannaveitingum. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd samtykt 29-1-0. Uppskotið til samtyktar soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.
  5. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-5/1998 frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skálafjarðarleiðini. Málið avgreitt.
  6. Munnligir fyrispurningar. 10 munnligir fyrispurningar vórðu settir og svaraðir.
  7. Framløga.

Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, legði vegna landsstýrið fram tingmálini nr. 19/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um "lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter" og nr. 22/1998: Uppskot til løgtingslóg um javning av almannaveitingum.

Jenis av Rana, løgtingsmaður, legði vegna Miðflokkin fram tingmálini nr. 20/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð og nr. 21/1998: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av karensdagalógini.

Finnbogi Arge, landsstýrismaður, legði vegna landsstýrið fram tingmál nr. 23/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kapping.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði vegna landsstýrið fram tingmálini nr. 24/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um privatar skráir og nr. 25/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um flaggið, og vegna løgmann vegna landsstýrið tingmál nr. 26/1998: Góðkenning av rammuavtalu millum Føroya Landsstýri og Grønlands Landsstýri um sínámillum fiskirættindi.

Formaðurin fráboðaði fyrispurningum nr. 100-7/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðavinnu í Føroyum og nr. 100-8/1998 til Finnboga Arge, landstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunningardiskinum á flogvøllinum.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 6. november 1998 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-7/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðavinnu í Føroyum.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-8/1998 til Finnboga Arge, landstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunningardiskinum á flogvøllinum.
  3. Svar uppá fyrispurning nr. 100-4/1998 til John Petersen, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingslógini um Lønjavningargrunn.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 20/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 21/1998: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av karensdagalógini.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 19/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um "lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter".
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 22/1998: Uppskot til løgtingslóg um javning av almannaveitingum.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 23/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kapping.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 24/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um privatar skráir.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 25/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um flaggið.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 26/1998: Góðkenning av rammuavtalu millum Føroya Landsstýri og Grønlands Landsstýri um sínámillum fiskirættindi.
  12. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.15

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                    /Marius Rein
                                                skrivari