Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

17. fundur

Fríggjadagur 30. oktober 1998

kl. 10.00

 

Ár 1998, fríggjadagin 30. oktober, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi.


Til viðgerðar:

1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri oktober 1998.
Broytingaruppskot til § 8 frá Vilhelm Johannesen, Jógvan við Keldu, Marjus Dam, Rúnu Sivertsen og Kristian Magnussen samtykt 16-1-14.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt.

Fundur niðurlagdur kl. 11.55, uppafturtikin kl. 13.30.

2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 10/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.
Broytingaruppskot til §§ 1 og 2 frá samdari vinnunevnd samtykt.
27-0-0. §§ 1 og 2 soleiðis broyttar samtykt 27-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3.
2. viðgerð av tingmáli nr. 11/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og á førum undir 20 tons (BRT/GT).
§§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

4
. 2. viðgerð av tingmáli nr. 12/1998: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um vaktar- og bjargingartænastuna.
§§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg oktober 1998 - 2.
Málið beint í fíggjarnevndina.

6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 18/1998: Uppskot til løgtingslóg um útjavningarstuðul til útjaðaraøki.
Málið beint í vinnunevndina.

7. Framløga.

Trivnaðarnevndin legði fram álit í tingmáli nr. 17/1998: Uppskot til samtyktar um løgtingslóg um sosialar pensiónir og javning av almannaveitingum.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 4. november 1998 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 10/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 11/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og á førum undir 20 tons (BRT/GT).
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 12/1998: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um vaktar- og bjargingartænastuna.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 17/1998: Uppskot til samtyktar um løgtingslóg um sosialar pensiónir og javning av almannaveitingum.
  5. Svar uppá fyrispurning nr. 100-5/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skálafjarðarleiðini.
  6. Munnligir fyrispurningar.
  7. Framløga.


Fundur lokin kl. 15.50

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
                                                            /Marius Rein
                                                        skrivari