Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

16. fundur

Týsdagur 27. oktober 1998

kl. 10.00

 

Ár 1998, týsdagin 27. oktober, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Óla Breckmann, dagfest 27. oktober 1998, um farloyvi 10 dagar fram, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á Vilhelm Johannesen, Alfred Olsen og Jørgen Niclasen um at kanna, hvør næstur er á lista Fólkafloksins í Suðurstreymoyar valdømi. Alfred Olsen mælti til, vegna seg sjálvan, Vilhelm Johannesen og Jørgen Niclasen, at Katrin Johansen tekur sæti fyri Óla Breckmann. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Til viðgerðar:

1. Framløga
Henrik Old legði vegna Javnaðarflokkin fram tingmálini nr. 1-4/1998:
Uppskot til eykajáttanarlóg oktober 1998 - 2 og nr. 18/1998: Uppskot til løgtingslóg um útjavningarstuðul til útjaðaraøki.

2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 8/1998: Uppskot til løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin).
Broytingaruppskot til § 17 frá Jørgen Niclasen, Vilhelm Johannesen, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen,Sámal Petur í Grund, Flemming Mikkelsen og Eilif Samuelsen samtykt 30-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 9/1998: Uppskot til løgtingslóg um umsiting av gjaldførislánum.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

4. Framløga:
Fíggjarnevndin legði fram álit II í tingmáli nr. 1-3/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri oktober 1998. Vinnunevndin legði fram álit í tingmálunum nr. 10/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá, nr. 11/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og á førum undir 20 tons (BRT/GT) og nr. 12/1998: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um vaktar- og bjargingartænastuna.

5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 17/1998: Uppskot til samtyktar um løgtingslóg um sosialar pensiónir og javning av almannaveitingum. Málið beint í trivnaðarnevndina.

Fundur niðurlagdur kl. 12.05 og uppafturtikin kl. 13.30

6. Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri oktober 1998.
Broytingaruppskot frá Vilhelm Johannesen til § 8. 8.11.1.08.23 fall 14-3-14. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd samtykt 20-4-7. § 2. 2.17.1. samtykt 18-7-6. Uppskot landsstýrisins soleiðis broytt samtykt 22-5-4. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 30. oktober 1998 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

1.  3. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri oktober 1998.

2.  2. viðgerð av tingmáli nr. 10/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða
     Skipaskrá.

3.  2. viðgerð av tingmáli nr. 11/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bjargingarútgerð á
    opnum bátum og á førum undir 20 tons (BRT/GT).

4.  2. viðgerð av tingmáli nr. 12/1998: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um vaktar- og
     bjargingartænastuna.

5.  1. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg oktober 1998 - 2.

6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 18/1998: Uppskot til løgtingslóg um útjavningarstuðul til útjaðaraøki.

7. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.40

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
                                                    /Marius Rein
                                            skrivari