Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

14. fundur

mikudagur 21. oktober 1998

kl. 10.00

 

Ár 1998, mikudagin 21. oktober, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Bjarni Djurholm, Rúna Sivertsen, Jógvan við Keldu, Vilhelm Johannesen, Mikkjal Sørensen, Heðin Mortensen, Marjus Dam, Heini O. Heinesen, Annita á Fríðriksmørk og Hergeir Nielsen, landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen, John Petersen, Signar á Brúnni og Eyðun Elttør og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv, dagfest 21. oktober 1998, frá Lisbeth L. Petersen um farloyvi vegna luttøku á ST-aðalfundi, og at næsti maður á lista Sambandsfloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at Eilif Samuelsen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Lisbeth L. Petersen.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-6/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi barnaansingarviðurskiftum.

 

1. Framløga.

Fíggjarnevndin legði fram álit í tingmálunum nr. 1-3/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri oktober 1998, nr. 8/1998: Uppskot til løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin) og nr. 9/1998: Uppskot til løgtingslóg um umsiting av gjaldførislánum.

Uttanlandsnevndin legði fram álit í tingmálunum nr. 13/1998: Góðkenning av ST sáttmála um forboð móti kjarnorkuroyndarspreingingum, nr. 14/1998: Handilssáttmáli við Estland og nr. 15/1998: Góðkenning av Millumlandasáttmála um Havumhvørvisvernd fyri Landnyrðingsatlantshav (Convention for the Protection of the Marine Environment of the North-East Atlantic).

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 23. oktober 1998 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-6/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi barnaansingarviðurskiftum.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri oktober 1998.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 8/1998: Uppskot til løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin).
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 9/1998: Uppskot til løgtingslóg um umsiting av gjaldførislánum.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 13/1998: Góðkenning av ST sáttmála um forboð móti kjarnorkuroyndarspreingingum.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 14/1998: Handilssáttmáli við Estland.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 15/1998: Góðkenning av Millumlandasáttmála um Havumhvørvisvernd fyri Landnyrðingsatlantshav (Convention for the Protection of the Marine Environment of the North-East Atlantic).
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 16-1/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum - landsroknskapir 1992-1994.
  9. Framløga.

Fundur lokin kl. 10.20

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
                                                                        /Marius Rein
                                                                 skrivari