Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

12. fundur

hósdagur 7. oktober 1998

kl. 10.00

 

Ár 1998, mikudagin 7. oktober, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Landsstýrismenninir Eyðun Elttør og Signar á Brúnni, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1. Framløga.
    Karsten Hansen, landsstýrismaður, legði vegna landsstýrið fram tingmál nr. 1-3/1998: Uppskot til
    eykajáttanarlóg fyri oktober 1998.

2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/1998: Uppskot til fíggjarløgtingslóg fyri 1999.

Fundur niðurlagdur kl. 11.55
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
Fundur niðurlagdur kl. 17.35

Fundur uppafturtikin hósdagin 8. oktober 1998 kl. 09.00

Fundur niðurlagdur kl. 12.10
Fundur uppafturtikin kl. 13.30

Málið beint í fíggjarnevndina. 

Formaðurin boðaði frá fyrispurningi nr. 100-5/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skálafjarðarleiðini.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 9. oktober 1998 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-5/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skálafjarðarleiðini.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri oktober 1998.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 14/1998: Handilssáttmáli við Estland.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 15/1998: Góðkenning av Millumlandasáttmála um Havumhvørvisvernd fyri Landnyrðingsatlantshav (Convention for the Protection of the Marine Environment of the North-East Atlantic).
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-1/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum - landsroknskapir 1992-1994.
  6. Framløga.

Fundur lokin kl. 19.55

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                            /Marius Rein
                                    skrivari