Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

11. fundur

týsdagur 6. oktober 1998

kl. 10.00

 

Ár 1998, týsdagin 6. oktober, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Óli Breckmann, Rúna Sivertsen, Jógvan við Keldu, Marjus Dam og Hergeir Nielsen, Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Signar á Brúnni, Eyðun Elttør og Helena Dam á Neystabø og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Jóannes Eidesgaard, dagfest 2. oktober 1998, um farloyvi frá 6. oktober 1998, og at næsti maður á lista Javnaðarfloksins í Suðuroyar valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á løgtingsmenninar Alfred Olsen, Vilhelm Johannesen og Jógvan á Lakjuni um at kanna valbrøvini fyri Javnaðarflokkin í Suðuroyar valdømi. Alfred Olsen mælti til, vegna seg sjálvan Vilhelm Johannesen og Jógvan á Lakjuni, at Mikkjal Sørensen tekur sæti á tingi fyri Jóannes Eidesgaard.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-4/1998 til John Petersen, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingslógini um Lønjavningargrunn.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 10/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.
    Málið beint í vinnunevndina.

  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 11/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og á førum undir 20 tons (BRT/GT).
    Málið beint í vinnunevndina.

  4. 4 1. viðgerð av tingmáli nr. 12/1998: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um vaktar- og bjargingartænastuna.
    Málið beint í vinnunevndina.

  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 8/1998: Uppskot til løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.

  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 9/1998: Uppskot til løgtingslóg um umsiting av gjaldførislánum.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
    Tingmálini nr. 8 og 9 vórðu viðgjørd undir einum.
        Fundur niðurlagdur kl. 12.20
        Fundur uppafturtikin kl. 13.30

  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 13/1998: Góðkenning av ST sáttmála um forboð móti kjarnorkuroyndarspreingingum.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.

  8. John Petersen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-1/1998 frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi umsiting av íslandskvotuni.
    Málið avgreitt.

  9.           Framløga

    Flemming Mikkelsen, løgtingsmaður, legði vegna grannskoðanarnevndina fram tingmál nr. 16-1/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum - landsroknskapir 1992-1994.

    Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði, vegna løgmann, vegna landsstýrið fram tingmálini nr. 14/1998: Handilssáttmáli við Estland og nr. 15/1998: Góðkenning av Millumlandasáttmála um Havumhvørvisvernd fyri Landnyrðingsatlantshav (Convention for the Protection of the Marine Environment of the North-East Atlantic).

  10.          Karsten Hansen, landsstýrismaður svaraði fyrispurningi nr. 100-2/1998 frá Jenis av Rana,
             løgtingsmanni, viðvíkjandi støðuni hjá teimum, sum mist hava hús síni í kreppuárunum.
             Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 7. oktober 1998 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/1998: Uppskot til fíggjarløgtingslóg fyri 1999.

Framløga.

Fundur lokin kl. 15.10

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                        /Marius Rein
                                                    skrivari