Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

9. fundur

mánadagur 30. september 1998

kl. 10.00

Ár 1998, mikudagin 30. september, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Dan Reinert Petersen, Henrik Old, Marjus Dam,   Jógvan Durhuus og Eyðun Elttør, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Lisbeth L. Petersen, dagfest 28. september 1998, um farloyvi og at næsti maður á lista Sambandsfloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Eilif Samuelsen, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti á tingi fyri Lisbeth L. Petersen.

Skriv frá Finni Helmsdal, dagfest 14. september 1998, um farloyvi og at næsti maður á lista Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á løgtingsmenninar Alfred Olsen, Vilhelm Johannesen og Sámal Petur í Grund um at kanna valbrøvini fyri Tjóðveldisflokkin í Suðurstreymoy. Alfred Olsen mælti til, vegna seg sjálvan Vilhelm Johannesen og Sámal Petur í Grund, at Hildur Patursson tekur sæti á tingi fyri Finn Helmsdal.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Til viðgerðar:

Framløga.

Karsten Hansen, landsstýrismaður, legði vegna landsstýrið fram tingmálini nr. 1-1/1998: Uppskot til fíggjarløgtingslóg fyri 1999, nr. 8/1998: Uppskot til løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin) og nr. 9/1997: Uppskot til løgtingslóg um umsiting av gjaldførislánum.

John Petersen, landsstýrismaður, legði vegna landsstýrið fram tingmálini nr. 10/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá, nr. 11/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og á førum undir 20 tons (BRT/GT) og nr. 12/1998: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um Vaktar- og bjargingartænastuna.

Løgmaður legði vegna landsstýrið fram tingmál nr. 13/1998: Góðkenning av ST sáttmála um forboð móti kjarnorkuroyndarspreingingum.

Uttanlandsnevndin legði fram álit í tingmáli nr. 5/1998: Uppskot til samtyktar um ríkisrættarligu støðu Føroya.

Rættarnevndin legði fram álit í tingmáli nr. 6/1998: Uppskot til løgtingslóg um setan av stjórnarskipanarnevnd.

Formaðurin boðaði frá, at 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/1998: Uppskot til fíggjarløgtingslóg fyri 1999 verður mikudagin 7. oktober 1998 kl. 10.00.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 2. oktober 1998 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 5/1998: Uppskot til samtyktar um ríkisrættarligu støðu Føroya.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 6/1998: Uppskot til løgtingslóg um setan av stjórnarskipanarnevnd.
  3. Svar uppá fyrispurning nr. 100-1/1998 til John Petersen, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi umsiting av íslandskvotuni.
  4. Svar uppá fyrispurning nr. 100-2/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi støðuni hjá teimum, sum mist hava hús síni í kreppuárunum.
  5. Svar uppá fyrispurning nr. 100-3/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjúkraflutningi við tyrlu vetrarhálvuna.
  6. Framløga.

Fundur lokin kl. 10.55

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
                                                                    /Marius Rein
                                                                skrivari