Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

2. fundur

týsdag til hósdag 4-6. august 1998

kl. 10.00


Ár 1998, týsdagin 4. august, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Kristian Magnussen og Tórbjørn Jacobsen vóru ikki á fundi.

 

Farloyvi:

Skriv frá Hans Paula Strøm, dagfest 31. juli 1998, um farloyvi frá 3. til 12. august 1998, og at næsti maður á lista Javnaðarfloksins í Norðstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi, og skriv frá Jógvan Durhuus, dagfest 4. august 1998, um farloyvi sambært § 63 í tingskipanini, frá 4. til og við 15. august 1998, og at næsti maður á lista Tjóðveldisfloksins í Norðstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á Bjarna Djurholm, Páll á Reynatúgvu og Flemming Mikkelsen um at kanna, hvør er næstur á lista Javnaðarfloksins og Tjóðveldisfloksins í Norðstreymoyar valdømi. Bjarni Djurholm mælti til, vegna seg sjálvan, og Páll á Reynatúgvu og Flemming Mikkelsen, at Thomas Arabo, Signabøur, tekur sæti á tingi fyri Hans Paula Strøm, og at Niklái Petersen, Kollafirði, tekur sæti á tingi fyri Jógvan Durhuus.

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Til viðgerðar:

1. Umrøða av løgmansrøðuni.

Fundur niðurlagdur kl. 12.10
Fundur uppafturtikin kl. 13.30

2. Framløga.

Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, legði vegna seg sjálvan fram tingmál nr. 2/1998: Uppskot til samtyktar um kanning av møguligum óregluligum politiskum og umsitingarligum avgerðum frá 1980 og frameftir.

John Petersen, landsstýrismaður, legði vegna landsstýrið fram tingmál nr. 3/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og nr. 4/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum.

Karsten Hansen, landsstýrismaður, legði vegna landsstýrið fram tingmál nr. 1-2/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri august 1998.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-1/1998 til John Petersen, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi umsiting av íslandskvotuni.

3. Val av tveimum limum og tveimum tiltakslimum til Norðurlandaráðið.

Valdir vórðu:

Fastir limir: Jógvan við Keldu og Dan Reinert Petersen.

Tiltakslimir: Jógvan á Lakjuni og Heðin Mortensen.

4. Framhaldandi umrøða av løgmansrøðuni.

Fundur niðurlagdur kl. 18.05
Fundur uppafturtikin mikudagin 5. august 1998, kl. 10.00

Løgtingsformaðurin legði fyri tingið frágreiðing frá Dánjal Magnussen, advokati, sum kanningarstjóra sambært § 38, stk. 1  í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýriskipan Føroya, í spurninginum um fyrisitingin í málinum í samband við bygnaðarbroytingar í landsumsitingini er útint á óregluligan hátt.

5. Framhaldandi umrøða av løgmansrøðuni.

Fundir niðurlagdur kl. 12.20
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
Fundur niðurlagdur kl. 17.55
Fundur uppafturtikin hósdagin 6. august 1998 kl. 10.00

Framhaldandi umrøða av løgmansrøðuni.

Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 7. august 1998 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-1/1998 til John Petersen, landsstýrismann, frá Henrik Old,
     løgtingsmanni, viðvíkjandi umsiting av íslandskvotuni.

2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 2/1998: Uppskot til samtyktar um kanning av møguligum óregluligum politiskum og
     umsitingarligum avgerðum frá 1980 og frameftir.

3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri august 1998.

4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 3/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 4/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslum
     hjá langfarasjómonnum.

6. Framløga.

Fundur lokin kl. 12.55

 Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari