Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

1. fundur

ólavsøkudag 29. juli 1998

kl. 13.00


Ár 1998, ólavsøkudag kl. 13.00 varð tingfundur settur.

Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður og Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Løgtingsformaðurin lýsti tingsetuna 1998 at vera setta sambært § 10 í stýrisskipanarlógini.

 

Til viðgerðar:

Løgmaður greiddi frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja.

Formaðurin setti næsta fund at vera týsdagin 4. august 1998 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

1. Umrøða av løgmansrøðuni.

2. Val av tveimum limum og tveimum tiltakslimum til Norðurlandaráðið.

          3. Framløga. 

 

Fundur lokin kl. 13.30

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari