Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

41. fundur

 

Ár 2007, mikudagin, 5. desember, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Vilhelm Johannesen og Høgni Hoydal, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:

 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 36/2007: Uppskot til løgtingslóg um fast samband millum Sandoy og Streymoy
Uppskot frá Tórbjørn Jacobsen um at beina málið aftur í nevnd fall 9-0-20.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-3-3.
Málið avgreitt

 

2.        3. viðgerð av tingmáli nr. 62/2007: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi lov nr. 185 af 20. maj 1933 angående privat arbejdsanvisning
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
Málið avgreitt

 

3.        3. viðgerð av tingmáli nr. 64/2007: Uppskot til løgtingslóg um løggildar og skrásettar grannskoðarar
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
Málið avgreitt

 

4.        Munnligir fyrispurningar
 

5.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 56/2007: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2007, nr. 69/2007: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi sáttmála millum Føroya landsstýri og Ríkisstjórnina fyri Stóra Bretland og Norður Írland til tess at sleppa undan tvískatting og fíggjarligum undandrátti, hvat inntøku- og kapitalvinningsskatti viðvíkur, og nr. 93/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur
 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 6. desember 2007, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 18/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting

2.        3. viðgerð av tingmáli nr. 101/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matvørur v.m.

3.        2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2007: Uppskot til samtyktar um hjúnabandslóggávu mótvegis almannalóggávu

4.        2. viðgerð av tingmáli nr. 73/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd

5.        2. viðgerð av tingmáli nr. 96/2007: Uppskot til broyting í Tingskipanini

6.        2. viðgerð av tingmáli nr. 35/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (harðari revsing fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum)

7.        2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2007: Uppskot til samtyktar um at skipa tjóðarlundir í Føroyum

8.        Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-13/2007 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá John Johannessen, løgtingsmanni, viðvíkjandi oljudálkingum

9.        Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-15/2007 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi leiðbeining um vard størv

10.    Framløga

 

Fundur lokin kl. 18.30 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari