Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

40. fundur

 

Ár 2007, týsdagin, 4. desember, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

 

Jóannes Eidesgaard, løgmaður og landsstýrismenninir Magni Laksáfoss og Bjørn Kalsø, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2007: Uppskot til løgtingslóg um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt

 

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 50/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt

 

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 60/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt

 

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 61/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt

 

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 70/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt

 

6.      3. viðgerð av tingmáli nr. 71/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónur
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt

 

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 101/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matvørur v.m.
§§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

8.      1. viðgerð av tingmáli nr. 106/2007: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2007
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
 

9.      Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði skrivligum fyrispurningi nr. S-5/2007 frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi Hvalbiartunlinum og øðrum ikki dagførdum eldri tunlum
Málið avgreitt.
 

10.  Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, svaraði skrivligum fyrispurningi nr. S-7/2007 frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ráðgevandi toymi fyri kvinnur
Málið avgreitt.
 

11.  Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, svaraði skrivligum fyrispurningi nr. S-10/2007 frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðsumstøðunum á Tjóðpalli Føroya
Málið avgreitt.

 

12.  Framløga
Formaðurin boðaði frá, at John Johannessen, løgtingsmaður, hevur lagt fram tingmál nr. 107/2007: Uppskot til løgtingslóg um at byggja nýggjan studentaskúla í Hoydølum, og at
rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 11/2007: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar, nr. 15/2007: Uppskot til samtyktar um vakstraravtalu fyri Suðuroynna, nr. 16/2007: Uppskot til samtyktar um at skipa tjóðarlundir í Føroyum, nr. 35/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (harðari revsing fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum), nr. 57/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti v.m., nr. 73/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd og nr. 96/2007: Uppskot til broyting í Tingskipanini.


Tikið av dagsskrá:
 

3. viðgerð av tingmáli nr. 18/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 5. desember 2007, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:
 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 36/2007: Uppskot til løgtingslóg um fast samband millum Sandoy og Streymoy

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 62/2007: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi lov nr. 185 af 20. maj 1933 angående privat arbejdsanvisning

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 64/2007: Uppskot til løgtingslóg um løggildar og skrásettar grannskoðarar

4.      Munnligir fyrispurningar

5.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 19.05 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari