Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

39. fundur

 

Ár 2007, fríggjadagin, 30. november, kl. 9.30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir, Heidi Petersen og Johan Dahl, landsstýrismenninir  Jógvan á Lakjuni, Heðin Zachariasen og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 98/2007: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2006
Málið beint í fíggjarnevndina
 

Fundur niðurlagdur kl. 15.45
Fundur uppafturtikin leygardagin 1. desember kl. 10.00
 

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 99/2007: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2006
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð
 

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 104/2007: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2006
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð
 

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 105/2007: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2006
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð

Tingmálini nr. 99,. 104 og 105/2007 vórðu viðgjørd undir einum
 

5.        2. viðgerð av tingmáli nr. 18/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
Minnilutin í rættarnevndini hevur boðað frá, at hann tekur aftur seinna broytinguppskot minnilutan í álitinum og setur ístaðin fram nýtt broytingaruppskot
Uppskot frá Høgna Hoydal um at beina málið aftur í nevnd fall 5-0-18
Broytingaruppskot frá minnilutanum í
rættarnevndini, Finni Helmsdal og Bill Justinussen, til § 1 fall 5-0-18.
Broytingaruppskot frá minnilutanum í rættarnevndini, Finni Helmsdal og Bill Justinussen, til § 2 fall 5-0-18.
Broytingaruppskot frá meirilutanum í rættarnevndina, Marjus Dam, Kristian Magnussen, Kaj Leo Johannesen, Poul Michelsen og Sverra Midjord, til § 1 samtykt 18-0-5
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 18-0-5
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.        2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2007: Uppskot til løgtingslóg um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum
§§1 til og við 5 samtyktar 22-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

7.        2. viðgerð av tingmáli nr. 50/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Broytingaruppskot frá minnilutanum í
trivnaðarnevndini, Finni Helmsdal, Annitu á Fríðriksmørk og Bill Justinussen, til § 1 fall 6-0-16
§§ 1 og 2 samtyktar 22-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

8.        2. viðgerð av tingmáli nr. 60/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð
Broytingaruppskot frá samdari
trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 22-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 22-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

9.        2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum
§§ 1 og 2 samtyktar 22-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 70/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Broytingaruppskot frá minnilutanum í
trivnaðarnevndini, Finni Helmsdal, Annitu á Fríðriksmørk og Bill Justinussen, til § 1 fall 5-0-17
§§ 1 og 2 samtyktar 23-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 71/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir
§§ 1 og 2 samtyktar 23-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

12.    2. viðgerð av tingmáli nr. 39/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
§§ 1 og 2 fullu 4-1-18
Málið avgreitt
 

13.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Magni Laksáfoss, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr.106/2007: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2007

Tikið av dagsskrá:
2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2007: Uppskot til samtyktar um hjúnabandslóggávu mótvegis almannalóggávu

Tikið aftur:
Formaðurin boðaði frá, at tingmál nr. 28/2007: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a.
er tikið aftur av uppskotssetaranum Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sambært skrivi, dagfest 30. november 2007.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 4. desember 2007, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 18/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2007: Uppskot til løgtingslóg um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 50/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 60/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 61/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum

6.      3. viðgerð av tingmáli nr. 70/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

7.      3. viðgerð av tingmáli nr. 71/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 101/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matvørur v.m.

9.      1. viðgerð av tingmáli nr. 106/2007: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2007

10.  Svar upp á fyrispurning nr. S-5/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi Hvalbiartunlinum og øðrum ikki dagførdum eldri tunlum

11.  Svar upp á fyrispurning nr. S-7/2007 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ráðgevandi toymi fyri kvinnur

12.  Svar upp á fyrispurning nr. S-10/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðsumstøðunum á Tjóðpalli Føroya

13.  Framløga

 

Fundur lokin kl. 14.40 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari