Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

37. fundur

 

Ár 2007, mikudagin, 28. november, kl. 9.30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Heidi Petersen og Jógvan við Keldu, vegna fund í norðurlendska mentanargrunninum, Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:

 

1.        Ófráboðaðir fyrispurningar
 

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 100/2007: Uppskot til løgtingslóg um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum
Málið beint í vinnunevndina
 

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 92/2007: Uppskot til løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna (tubbakslógin)
Málið beint í trivnaðarnevndina
 

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 103/2007: Uppskot til samtyktar um endurskipan av Húsalánsgrunninum
Málið beint í trivnaðarnevndina
 

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 93/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur
Málið beint í fíggjarnevndina
 

6.        1. viðgerð av tingmáli nr. 94/2007: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan tunnil við tilhoyrandi vegasamandi millum Klaksvík/Árnafjørð/Depil
Málið beint í vinnunevndina
 

7.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 18/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting, og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 28/2007: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a., nr. 39/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., nr. 41/2007: Uppskot til samtyktar um hjúnabandslóggávu mótvegis almannalóggávu,  nr. 42/2007: Uppskot til løgtingslóg um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum, nr. 50/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum, nr. 60/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð, nr. 61/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum, nr. 70/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum, og nr. 71/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 29. november 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 88/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om aktieselskaber”

2.        3. viðgerð av tingmáli nr. 89/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”årsregnskabsloven”

3.        2. viðgerð av tingmáli nr. 36/2007: Uppskot til løgtingslóg um fast samband millum Sandoy og Streymoy

4.        2. viðgerð av tingmáli nr. 62/2007: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi lov nr. 185 af 20. maj 1933 angående privat arbejdsanvisning

5.        2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð

6.        2. viðgerð av tingmáli nr. 64/2007: Uppskot til løgtingslóg um løggildar og skrásettar grannskoðarar

7.        1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om anvendelse af tvang i psykiatrien”
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

8.        1. viðgerð av tingmáli nr. 91/2007: Uppskot til løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum
Málið verður beint í fíggjarnevndina

9.        1. viðgerð av tingmáli nr. 97/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Málið verður beint í vinnunevndina

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 96/2007: Uppskot til broyting í Tingskipanini

11.    Framløga
 

Fundur lokin kl. 19.00 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari