Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

35. fundur

 

Ár 2007, fríggjadagin, 23. november, kl. 9.30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Marjus Dam, Sverre Midjord og Jógvan við Keldu, og Magni Laksáfoss, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Formaðurin las skriv frá løgmanni, dagfest 22. november 2007, har gjørt verður Løgtinginum kunnugt, at løgmaður 22. november 2007 hevur loyst Jacob Vestergaard úr embætinum sum landsstýrismaður samsvarandi løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya § 29, 2.stk. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, tekur fyribils við ábyrgdini av teimum málsøkjum, ið Jacob Vestergaard hevur sitið fyri sum landsstýrismaður.


Til viðgerðar:

 

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 101/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matvørur v.m.
Málið beint í vinnunevndina
 

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 81/2007: Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
Málið beint í vinnunevndin
 

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 83/2007: Uppskot til løgtingslóg um Vinnukærunevnd og um broytingar í ymiskum løgtingslógum undir Vinnumálaráðnum
Málið beint í vinnunevndina
 

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 82/2007: Uppskot til løgtingslóg um Fróðskaparsetur Føroya
Málið beint í mentanarnevndin
 

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 84/2007: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til varðveitslu av føroyska mentanararvinum á sjónum
Málið beint í mentanarnevndina
 

6.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 88/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om aktieselskaber” og nr. 89/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”årsregnskabsloven”

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 27. november 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        2. viðgerð av tingmáli nr. 88/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om aktieselskaber”

2.        2. viðgerð av tingmáli nr. 89/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”årsregnskabsloven”

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 85/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Løgtingið
Málið verður beint í rættarnevndina

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 86/2007: Uppskot til løgtingslóg um útleigan av bústøðum (leigulógin)
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m.
Málið verður beint í fíggjarnevndina

6.        1. viðgerð av tingmáli nr. 90/2007: Uppskot til løgtingslóg um at útbyggja kringvarpshúsið í Sortudíki
Málið verður beint í mentanarnevndina

7.        1. viðgerð av tingmáli nr. 91/2007: Uppskot til løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum
Málið verður beint í fíggjarnevndina

8.        Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 17.15 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari