Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

34. fundur

 

Ár 2007, hósdagin, 22. november, kl. 9.30 varð tingfundur settur.

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-43/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi undirstøðukervinum í Svínoy
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-44/2007 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi burðardyggari menning
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-45/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Gjáartunlinum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

4.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-46/2007 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi uppfylgingum av ásetingum, sum yvirfriðingarnevndin setir
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

5.        Atkvøðugreiðsla um skrivlig fyrispurning nr. S-47/2007 til Magna Laksáfoss, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi býtinum av landsskattabyrðuni millum lægri og hægri inntøkur
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

6.        3. viðgerð av tingmáli nr.54/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om finansiel virksomhed”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0.
Málið avgreitt

 

7.        2. viðgerð av tingmáli nr. 3/2007: Uppskot til samtyktar um at luta út partabrøv í Føroya Banka til Føroya fólk
Uppskot til samtyktar fall 3-0-20.
Málið avgreitt
 

8.        1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
Málið beint í trivnaðarnevndina
 

9.        1. viðgerð av tingmáli nr. 75/2007: Uppskot til løgtingslóg um kirkjuráð og próstadømisráð
Málið beint í mentanarnevndina
 

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 77/2007: Uppskot til løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni
Málið beint í mentanarnevndina
 

11.    1. viðgerð av tingmáli nr. 76/2007: Uppskot til løgtingslóg  um bygging av økisdepli í Vági til sinnisveik
Málið beint í trivnaðarnevndina
 

12.    1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2007: Uppskot til løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Vága Floghavn í P/F Vága Floghavn
Málið beint í vinnunevndina
 

13.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at løgtingsmenninir Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen, Kaj Leo Johannesen, Kári P. Højgaard, Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen hava lagt fram tingmál nr. 93/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur, at løgtingsmenninir Anfinn Kallsberg, Jógvan við Keldu, Vilhelm Johannesen og Alfred Olsen hava lagt fram tingmál nr. 94/2007: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan tunnil við tilhoyrandi vegasamandi millum Klaksvík/Árnafjørð/Depil, og at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 95/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om anvendelse af tvang i psykiatrien”.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 23. november 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
 

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 101/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matvørur v.m.
Málið verður beint í vinnunevndina

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 81/2007: Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
Málið verður beint í vinnunevndina

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 82/2007: Uppskot til løgtingslóg um Fróðskaparsetur Føroya
Málið verður beint í mentanarnevndina

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 83/2007: Uppskot til løgtingslóg um Vinnukærunevnd og um broytingar í ymiskum løgtingslógum undir Vinnumálaráðnum
Málið verður beint í vinnunevndina

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 84/2007: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til varðveitslu av føroyska mentanararvinum á sjónum
Málið verður beint í mentanarnevndina

6.        Framløga 

 

Fundur lokin kl. 16.40 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivar