Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

33. fundur

 

Ár 2007, mikudagin, 21. november, kl. 9.30 varð tingfundur settur.

 

Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.        Munnligir fyrispurningar
 

2.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-33/2006 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi útlendskari arbeiðsmegi
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-34/2007 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi langtíðarfíggjarætlanum fyri framløgd uppskot frá landsstýrinum beint upp undir val
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

4.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-35/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi skúlatilboðum til ung við breki/Rásini
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

5.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-36/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi verandi og framtíðar skúla- og undirvísingartilboðum til børn við serligum tørvi
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

6.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-38/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi støðu Føroya í granskingar- og útbúgvingarsamstarvinum hjá ES
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

7.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-39/2007 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi havnagjaldi hjá Smyrli í Suðri
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

8.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-40/2007 til Magna Laksáfoss, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi Íleggingargrunninum fyri Føroyar
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

9.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-41/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi royndarstøðini í Kollafirði
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

10.    Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-42/2007 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi stuðli til alternativa orku
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 6/2007: Uppskot til samtyktar um studningslán til bústaðir til fólk við skerdum førleika
Uppskot til samtyktar fall 10-0-14.
Málið avgreitt
 

12.    1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2007: Uppskot til løgtingslóg um marknaðarføring
Málið beint í vinnunevndina
 

13.    1. viðgerð av tingmáli nr. 67/2007: Uppskot til løgtingslóg um íløgu í kringvarpssendinetið
Málið beint í mentanarnevndina
 

14.    1. viðgerð av tingmáli nr. 68/2007: Uppskot til samtyktar um at verja ozonlagið
Málið beint í uttanlandsnevndina
 

15.    1. viðgerð av tingmáli nr. 73/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd
Málið beint í rættarnevndina
 

Formaðurin fráboðaði hesar skrivligu fyrispurningar: 

Nr. S-43/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi undirstøðukervinum í Svínoy

nr. S-44/2007 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi burðardyggari menning

nr. S-45/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Gjáartunlinum

nr. S-46/2007 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi uppfylgingum av ásetingum, sum yvirfriðingarnevndin setir

nr. S-47/2007 til Magna Laksáfoss, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi býtinum av landsskattabyrðuni millum lægri og hægri inntøkur

Tikið aftur:
 

Skrivligur fyrispurningur nr. S-37/2007 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almannamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðv. støðuni hjá bústovnunum til menningartarnað er tikin aftur av spyrjaranum.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 22. november 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
 

1.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-43/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi undirstøðukervinum í Svínoy

2.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-44/2007 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi burðardyggari menning

3.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-45/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Gjáartunlinum

4.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-46/2007 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmaanni, viðvíkjandi uppfylgingum av ásetingum, sum yvirfriðingarnevndin setir

5.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-47/2007 til Magna Laksáfoss, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi býtinum av landsskattabyrðuni millum lægri og hægri inntøkur

6.        3. viðgerð av tingmáli nr.54 /2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om finansiel virksomhed”

7.        2. viðgerð av tingmáli nr. 3/2007: Uppskot til samtyktar um at luta út partabrøv í Føroya Banka til Føroya fólk

8.        1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

9.        1. viðgerð av tingmáli nr. 75/2007: Uppskot til løgtingslóg um kirkjuráð og próstadømisráð
Málið verður beint í mentanarnevndina

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 77/2007: Uppskot til løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni
Málið verður beint í mentanarnevndina

11.    1. viðgerð av tingmáli nr. 76/2007: Uppskot til løgtingslóg  um bygging av økisdepli í Vági til sinnisveik
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

12.    1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2007: Uppskot til løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Vága Floghavn í P/F Vága Floghavn
Málið verður beint í vinnunevndina

13.    Framløga

 

Fundur lokin kl. 18.45 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein

skrivari