Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

32. fundur

 

Ár 2007, týsdagin, 20. november, kl. 9.30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Andrias Petersen og Høgni Hoydal, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Farloyvi: 

Skriv frá Olav Enomoto, løgtingsmanni, dagfest 19. november 2007, við umsókn um farloyvi frá 20. november 2007, 7 dagar fram, og at næsti maður á lista Sambandsfloksins í Norðstreymoyarvaldømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Asbjørn Djurhuus, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Olav Enomoto.


Til viðgerðar:

 

1.        2. viðgerð av tingmáli nr. 54/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om finansiel virksomhed”
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 23-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

2.        2. viðgerð av tingmáli nr. 31/2007: Uppskot til samtyktar um at byggja altjóða flogvøll í Føroyum
Uppskot til samtyktar samtykt 10-0-8.
Málið avgreitt
 

Fundur niðurlagdur kl. 11.10

Fundur uppafturtikin kl. 11.40

 

3.        2. viðgerð av tingmáli nr. 40/2007: Uppskot til samtyktar um Demokratia
Broytingaruppskot frá minnilutanum í
vinnunevndini, Johan Dahl, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen, til uppskot til samtyktar samtykt 17-1-7.
Málið avgreitt
 

4.        2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2007: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi kanning av alternativari flogvallarútbygging í Føroyum
Uppskotið tikið aftur av uppskotssetaranum Heidi Petersen. Upp á fyrispurning frá formanninum sambært § 55, stk. 2. í tingskipannini tók eingin uppskotið upp aftur.
 

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 52/2007: Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking til vega- og tunnilsgerð millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy
Uppskotið tikið aftur av uppskotssetarunum Alfred Olsen, Bill Justinussen og Kára P. Højgaard, sambært skrivi, dagfest 20. november 2007. Upp á fyrispurning frá formanninum sambært § 55, stk. 2. í tingskipannini tók eingin uppskotið upp aftur.
 

6.        1. viðgerð av tingmáli nr. 53/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir
Málið beint í vinnunevndina
 

7.        1. viðgerð av tingmáli nr. 57/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti v.m.
Málið beint í rættarnevndina
 

8.        1. viðgerð av tingmáli nr. 59/2007: Uppskot til løgtingslóg um bygging av sambýli í Tórshavn til sinnisveik
Málið beint í trivnaðarnevndina
 

9.        1. viðgerð av tingmáli nr. 62/2007: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi lov nr. 185 af 20. maj 1933 angående privat arbejdsanvisning
Málið beint í vinnunevndina
 

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 63/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð
Málið beint í vinnunevndina
 

11.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 3/2007: Uppskot til samtyktar um at luta út partabrøv í Føroya Banka til Føroya fólk

 

Formaðurin fráboðaði hesar skrivligu fyrispurningar:
Nr. S-33/2006 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi útlendskari arbeiðsmegi,

nr. S-34/2007 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgni Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi langtíðarfíggjarætlanum fyri framløgd uppskot frá landsstýrinum beint upp undir val,

nr. S-35/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi skúlatilboðum til ung við breki/Rásini,

nr. S-36/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi verandi og framtíðar skúla- og undirvísingartilboðum til børn við serligum tørvi,

nr. S-37/2007 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almannamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðv. støðuni hjá bústovnunum til menningartarnað,

nr. S-38/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi støðu Føroya í granskingar- og útbúgvingarsamstarvinum hjá ES,

nr. S-39/2007 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi havnagjaldi hjá Smyrli í Suðri,

nr. S-40/2007 til Magna Laksáfoss, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi Íleggingargrunninum fyri Føroyar,

nr. S-41/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi royndarstøðini í Kollafirði og

nr. S-42/2007 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi stuðli til alternativa orku.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 21. november 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
 

1.        Munnligir fyrispurningar

2.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-33/2006 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi útlendskari arbeiðsmegi

3.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-34/2007 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi langtíðarfíggjarætlanum fyri framløgd uppskot frá landsstýrinum beint upp undir val

4.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-35/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi skúlatilboðum til ung við breki/Rásini

5.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-36/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi verandi og framtíðar skúla- og undirvísingartilboðum til børn við serligum tørvi

6.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-37/2007 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almannamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðv. støðuni hjá bústovnunum til menningartarnað

7.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-38/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi støðu Føroya í granskingar- og útbúgvingarsamstarvinum hjá ES

8.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-39/2007 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi havnagjaldi hjá Smyrli í Suðri

9.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-40/2007 til Magna Laksáfoss, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi Íleggingargrunninum fyri Føroyar

10.    Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-41/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi royndarstøðini í Kollafirði

11.    Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-42/2007 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi stuðli til alternativa orku

12.    2. viðgerð av tingmáli nr. 6/2007: Uppskot til samtyktar um studningslán til bústaðir til fólk við skerdum førleika

13.    1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2007: Uppskot til løgtingslóg um marknaðarføring
Málið verður beint í vinnunevndina

14.    1. viðgerð av tingmáli nr. 67/2007: Uppskot til løgtingslóg um íløgu í kringvarpssendinetið
Málið verður beint í mentanarnevndina

15.    1. viðgerð av tingmáli nr. 68/2007: Uppskot til samtyktar um at verja ozonlagið
Málið verður beint í uttanlandsnevndina

16.    1. viðgerð av tingmáli nr. 73/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd
Málið verður beint í rættarnevndina

17.    Framløga

 

Fundur lokin kl. 21.10  

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari