Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

30. fundur

 

Ár 2007, hósdagin, 15. november, kl. 9,40 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Marjus Dam og Heðin Zachariasen og  landsstýrismenninir Magni Laksáfoss og Bjørn Kalsø vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-30/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi El-kaðali millum Føroya og Íslands
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurningur nr. S-31/2007 til Magna Laksáfoss, landsstýrismann, frá Olav Enomoto, løgtingsmanni, viðvíkjandi pensjónum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.        3. viðgerð av tingmáli nr. 32/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-2-0.
Málið avgreitt

 

4.        3. viðgerð av tingmáli nr. 33/2007: Uppskot til løgtingslóg um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-1-0.
Málið avgreitt

 

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 60/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð
Málið beint í trivnaðarnevndina
 

6.        1. viðgerð av tingmáli nr. 61/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum
Málið beint í trivnaðarnevndina
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.20

Fundur uppafturtikin kl. 13.00
 

7.        1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2007: Uppskot til løgtingslóg um løggildar og skrásettar grannskoðarar
Málið beint í vinnunevndina
 

8.        1. viðgerð av tingmáli nr. 70/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Málið beint í trivnaðarnevndina
 

9.        1. viðgerð av tingmáli nr. 71/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónur
Málið beint í trivnaðarnevndina
Tingmálini nr. 70 og nr. 71/2007 vórðu viðgjørd undir einum

 

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 72/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku
Málið beint í trivnaðarnevndina
 

11.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Jógvan á Lakjuni,landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 90/2007: Uppskot til løgtingslóg um at útbyggja Kringvarpshúsið í Sortudíki, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 92/2007: Uppskot til løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna (tubbakslógin), at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 100/2007: Uppskot til løgtingslóg um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum og nr. 101/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matvørur v.m., at Magni Laksáfoss, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 87/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m., at
vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 31/2007: Uppskot til samtyktar um at byggja altjóða flogvøll í Føroyum, nr. 40/2007: Uppskot til samtyktar um Demokratia og nr. 43/2007: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi kanning av alternativari flogvallarútbygging í Føroyum, og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 54/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om finansiel virksomhed”
 

Formaðurin fráboðaði skrivligan fyrispurning nr. S-32/2007 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi oljudálkingini í Vági tann 6. desember 2006

Formaðurin
boðaði frá, at seinasta freist at fráboða skrivligar fyrispurningar áðrenn løgtingsvalið er týsdagin 20. november 2007.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 16. november 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-32/2007 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi oljudálkingini í Vági tann 6. desember 2006

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 80/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 88/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om aktieselskaber”
Málið verður beint í vinnunevndina

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”årsregnskabsloven”
Málið verður beint í vinnunevndina

6.        1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins
Málið verður beint í fíggjarnevndina

7.        1. viðgerð av tingmáli nr. 69/2007: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi sáttmála millum Føroya landsstýri og Ríkisstjórnina fyri Stóra Bretland og Norður Írland til tess at sleppa undan tvískatting og fíggjarligum undandrátti, hvat inntøku- og kapitalvinningsskatti viðvíkur
Málið verður beint í fíggjarnevndina

8.        Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.10 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari