Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

28. fundur

 

Ár 2007, fríggjadagin, 2. november, kl. 9,30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir  Marjus Dam,  Sverre Midjord, Annita á Fríðriksmørk, Hergeir Nielsen, Johan Dahl, Henrik Old, Jógvan við Keldu, landsstýrismenninir Hans Pauli Strøm, Bjarni Djurholm, Jacob Vestergaard, Magni Laksafoss og Bjørn Kalsø og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Formaðurin bar fram minningarorð um Niels Holm Jacobsen, fyrrverandi løgtingsmann, ið andaðist tann 27. oktober 2007, og tingmenn mintust hann  í tøgn.


Til viðgerðar:
 

1.        Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, svaraði skrivligum fyrispurningi nr. S-23/2007 frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi teknmálsráðgeving og -undirvísing  í Føroyum
Málið avgreitt
 

2.        Jóannes Eidesgaard, løgmaður, svaraði skrivligum fyrispurningi nr. S-12/2007 frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at fáa útisetar heim aftur til Føroyar
 

3.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit II í tingmáli nr. 17/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan, og at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 59/2007: Uppskot til løgtingslóg um bygging av sambýli í Tórshavn til sinnisveik, nr. 70/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum, nr. 71/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónur, nr. 72/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku, nr. 76/2007: Uppskot til løgtingslóg  um bygging av økisdepli í Vági til sinnisveik, nr. 79/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar, nr. 80/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum, og at Jógvan á Lakjuni, landsstýrimaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 67/2007: Uppskot til løgtingslóg um íløgu í kringvarpssendinetið, nr. 75/2007: Uppskot til løgtingslóg um kirkjuráð og próstadømisráð, nr. 77/2007: Uppskot til løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni, nr. 82/2007: Uppskot til løgtingslóg um Fróðskaparsetur Føroya, og at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 64/2007: Uppskot til løgtingslóg um løggildar og skrásettar grannskoðarar, nr. 66/2007: Uppskot til løgtingslóg um marknaðarføring, nr. 78/2007: Uppskot til løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Vága Floghavn í P/F Vága Floghavn, nr. 81/2007: Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, nr. 83/2007: Uppskot til løgtingslóg um Vinnukærunevnd og um broytingar í ymiskum løgtingslógum undir Vinnumálaráðnum, og at Magni Laksáfoss, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini, nr. 65/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins, nr. 69/2007: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi sáttmála millum Føroya landsstýri og Ríkisstjórnina fyri Stóra Bretland og Norður Írland til tess at sleppa undan tvískatting av fíggjarligum undandrátti, hvat inntøku- og kapitalvinningsskatti viðvíkur, at Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður,  hevur lagt fram tingmál nr.84/2007: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til varðveitslu av føroyska mentanararvinum á sjónum, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 73/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd, og at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 68/2007: Uppskot til samtyktar um at verja ozonlagið

Tikið av dagsskrá:
Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. S-25/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroysk-týskari orðabók
 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 6. november 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 32/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 33/2007: Uppskot til løgtingslóg um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 38/2007: Uppskot til samtyktar um inngjald í barsilsskipanina
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 54/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om finansiel virksomhed”
    Málið verður beint í fíggjarnevndina
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
    Málið verður beint í fíggjarnevndina
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56/2007: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2007
    Málið verður beint í fíggjarnevndina
  7. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-5/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi Hvalbiartunlinum og øðrum ikki dagførdum eldri tunlum  
  8. Framløga

 

Fundur lokin kl. 13.35 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Beinta Isaksen
skrivari