Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007
27. fundur
Ár 2007, fríggjadagin, 26. oktober, kl. 9,30 varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Sverre Midjord, John Johannessen, Páll á Reynatúgvu
og Heðin
Zachariasen,
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, landsstýrismenninir
Jacob Vestergaard og Magni Laksáfoss
og
Søren Christensen,
ríkisumboðsmaður,
vóru
ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður, svaraði skrivligum
fyrispurningi
nr.
S-8/2007 frá Heidi Petersen,
løgtingsmanni, viðvíkjandi tiltøkum móti happing í fólkaskúlanum
Málið avgreitt
2.
Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður, svaraði
skrivligum
fyrispurningi
nr. S-9/2007 frá Heidi Petersen,
løgtingsmanni, viðvíkjandi talinum av ungum, sum hava roynt sjálvmorð
Málið avgreitt
Svarini upp á skrivligu fyrispurningarnar S-8/2007 og
S-9/2007 vórðu viðgjørd undir einum.
3.
Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður, svaraði
skrivligum fyrispurningi
nr. S-11/2007 frá Heidi Petersen,
løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikanum hjá føroyingum at veiða makrel
Málið avgreitt
4.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður,
svaraði
skrivligum fyrispurningi
nr. S-14/2007 frá
Annitu á Fríðriksmørk,
løgtingsmanni, viðvíkjandi Landssjúkrahúsinum
Málið avgreitt
5.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður, vegna landsstýrið
hevur lagt fram tingmáli
nr. 60/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
Fyribyrgingarráð, og
nr. 61/2007. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagføring
av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum, og at
vinnunevndin
hevur lagt fram álit í tingmálunum
nr. 32/2007:
Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av
ravmagni,
nr. 33/2007: Uppskot til løgtingslóg um ognartøku og avhendan til
flogferðsluendamál og
nr. 38/2007:
Uppskot til
samtyktar um inngjald í barsilsskipanina.
Tikið av dagsskrá:
Svar upp á
skrivligan fyrispurning
nr. S-12/2007 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá
Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at fáa útisetar
heim aftur til Føroyar.
Formaðurin setti næsta fund at verða
fríggjadagin 2. november 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
1. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-23/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi teknmálsráðgeving og -undirvísing í Føroyum
2. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-25/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroysk-týskari orðabók
3. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-12/2007 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at fáa útisetar heim aftur til Føroyar
4. Framløga
Fundur lokin kl. 15.25
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari