Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

26. fundur

 

Ár 2007, hósdagin, 25. oktober, kl. 9,30 varð tingfundur settur.

 

Magni Laksáfoss, landsstýrismaður, var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 21/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
Málið avgreitt
 

2.        Munnligir fyrispurningar

Fundur niðurlagdur kl. 11.20

Fundur uppafturtikin kl. 11.27
 

3.        3. viðgerð av tingmáli nr. 5/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
Uppskot frá Hergeir Nielsen um at beina málið í serliga nevnd fall 14-0-18. Broytingaruppskot frá Marjus Dam, Jógvan við Keldu, Anfinn Kallsberg, Gerhard Lognberg og Kristian Magnussen til § 2 fall 14-0-18.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-13.
Málið avgreitt

 

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Málið beint í trivnaðarnevndina
 

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 51/2007: Uppskot til løgtingslóg um vegaføring við Leirvík
Málið beint í vinnunevndina
 

6.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vegna Sjálvstýrisflokkin hevur lagt fram tingmálini nr. 57/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti v.m. og. nr. 63/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð, og at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 62/2007: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi lov nr. 185 af 20. maj 1933 angående privat arbejdsanvisning

 

Tikið av dagsskrá:

Svar upp á skrivligan fyrisspurning nr. S-2/2007 til Søren Christensen, ríkisumboðsmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroysku sendistovuumboðanini samsvarandi felagslýsingini, undirritað í Fámjin 29. mars 2005, fyrispurningurin verður ikki svaraður, tí fólkatingsval var útskrivað (24/10-07) dagin fyri, sum svarast skuldi tann 25/10-07, og svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-9/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi talinum av ungum, sum hava roynt sjálvmorð 


Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 26. oktober 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
 

1.        Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-8/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tiltøkum móti happing í fólkaskúlanum

2.        Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-9/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi talinum av ungum, sum hava roynt sjálvmorð

3.        Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-11/2007 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikanum hjá føroyingum at veiða makrel 

4.        Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-12/2007 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at fáa útisetar heim aftur til Føroyar 

5.        Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-14/2007 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi Landssjúkrahúsinum

6.        Framløga
 

Fundur lokin kl. 18.20 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari