Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

25. fundur

 

Ár 2007, mikudagin, 24. oktober, kl. 9,30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Marjus Dam og Annita á Fríðriksmørk,  Magni Laksáfoss, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 44/2007: Uppskot til løgtingslóg um lutaíbúðarfeløg
Málið beint í trivnaðarnevndina
 

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg
Málið beint í trivnaðarnevndina

Tingmálini nr. 44/2007 og nr. 45/2007 vórðu viðgjørd undir einum
 

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 46/2007: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag at byggja og at reka granskarapark
Málið beint í vinnunevndina
 

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 47/2007: Uppskot til løgtingslóg um at nýta part av stovnsfænum hjá Vinnuframagrunninum at seta í partafelag at byggja og at reka granskarapark
Málið beint í vinnunevndina
Tingmálini nr. 46/2007 og nr. 47/2007 vórðu viðgjørd undir einum
 

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 41/2007: Uppskot til samtyktar um hjúnabandslóggávu mótvegis almannalóggávu
Málið beint í trivnaðarnevndina
 

6.        Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, svaraði skrivligum fyrispurningi nr. S-6/2007 frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi stuðli til virksemi hjá føroyingafeløgum uttanlands 
Málið avgreitt
 

7.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Magni Laksáfoss, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini  nr. 55/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi, og nr. 56/2007: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2007
 

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-8/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tiltøkum móti happing í fólkaskúlanum

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 25. oktober 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 5/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting

2.        3. viðgerð av tingmáli nr. 21/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg

3.        Munnligir fyrispurningar

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 51/2007: Uppskot til løgtingslóg um vegaføring við Leirvík
Málið verður beint í vinnunevndina

6.        Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-2/2007 til Søren Christensen, ríkisumboðsmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroysku sendistovuumboðanini samsvarandi felagslýsingini, undirritað í Fámjin 29. mars 2005

7.        Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-9/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi talinum av ungum, sum hava roynt sjálvmorð

8.        Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.35 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

 

/Marius Rein
skrivar
i