Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

19. fundur

 

Ár 2007, mikudagin, 3. oktober, kl. 9,30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Vilhelm Johannesen og Kaj Leo Johannesen, vegna ST-aðalfund, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:
 

1.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning  nr. S-24/2007 til Magna Laksáfoss, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgunýtsluni í ymisku valdømunum tíðarskeiðið, sitandi samgonga hevur sitið við valdi landsins
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2007: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2008
 

Fundur niðurlagdur kl. 17.25

Fundur uppafturtikin hósdagin 4. oktober 2007 kl. 9.30
Fundur niðurlagdur kl. 18.05

Fundur uppafturtikin fríggjadagin 5. oktober 2007 kl. 9.30

 

       Málið beint í fíggjarnevndina.
 

3.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Finnur Helmsdal, Poul Michelsen, Lisbeth L. Petersen, Tórbjørn Jacobsen og Bill Justinussen hava lagt fram tingmál nr. 31/2007: Uppskot til samtyktar um at byggja altjóða flogvøll í Føroyum, tingmenninir Bill Justinussen, Karsten Hansen og Jenis av Rana, vegna Miðflokkin hava lagt fram tingmál
nr. 41/2007: Uppskot til samtyktar um hjúnabandslóggávu mótvegis almannalóggávu, at tingmenninir Høgni Hoydal, Hergeir Nielsen, Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen og Páll á Reynatúgvu vegna Tjóðveldi hava lagt fram tingmálini nr. 39/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., og nr. 40/2007: Uppskot til samtyktar um Demokratia, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 36/2007: Uppskot til løgtingslóg um fast samband millum Sandoy og Streymoy, og at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr. 42/2007: Uppskot til løgtingslóg um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum
 

Formaðurin fráboðaði skrivligar fyrispurningar
nr. S-25/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroysk-týskari orðabók
nr. S-26/2007 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almannamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi afturlating av einum sambýli hjá eldri sinnisveikum, og

nr. S-27/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlaðu vegaføringini millum Eysturoyartunnilin og Gomlurætt
 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 11. oktober 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-25/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroysk-týskari orðabók

2.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-26/2007 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almannamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi afturlating av einum sambýli hjá eldri sinnisveikum

3.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-27/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlaðu vegaføringini millum Eysturoyartunnilin og Gomlurætt

4.        2. viðgerð av tingmáli nr. 8/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum vinnufeløg, vinnugrunnar og ársroknskaparlóggávu)

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 10/2007: Uppskot til løgtingslóg um fast samband millum Sandoy og Streymoy
Málið verður beint í vinnunevndin

6.        1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
Málið verður beint í vinnunevndina

7.        1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2007: Uppskot til løgtingslóg um at byggja nýggj hølir til Trygdarmiðstøðina í Klaksvík
Málið verður beint í vinnunevndina

8.        Framløga 

 

Fundur lokin kl. 15.33 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari