Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

18. fundur

 

Ár 2007, fríggjadagin, 28. september, kl. 9,30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Vilhelm Johannesen, Andrias Petersen og Kaj Leo Johannesen vegna ST-aðalfund, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:
 

1.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning  nr. S-22/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi Sandoyartunlinum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-23/2007 til  Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi teknmálsráðgeving og -undirvísing  í Føroyum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.        2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2007: Uppskot til samtyktar um at seta í gildi Kyotosáttmálan
Uppskot til samtyktar samtykt 26-1-0.
Málið avgreitt
 

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
Málið beint í rættarnevndina
 

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 30/2007: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2007
Málið beint í fíggjarnevndina
 

6.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Magni Laksáfoss, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 34/2007: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2008, og at tingmenninir Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoydal, Hergeir Nielsen, Finnur Helmsdal, Tórbjørn Jacobsen, Páll á Reynatúgvu og Heidi Petersen, vegna Tjóðveldi, hara lagt fram tingmál nr. 35/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (harðari revsing fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum), og at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 33/2007: Uppskot til løgtingslóg um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál.

 

Formaðurin fráboðaði skrivligan fyrispurning nr. S-24/2007 til Magna Laksáfoss, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgunýtsluni í ymisku valdømunum tíðarskeiðið, sitandi samgonga hevur sitið við valdi landsins

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 3. oktober 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning  nr. S-24/2007 til Magna Laksáfoss, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgunýtsluni í ymisku valdømunum tíðarskeiðið, sitandi samgonga hevur sitið við valdi landsins

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2007: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2008
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

3.        Framløga
 

Fundur lokin kl. 17.00 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari