Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

14. fundur

 

Ár 2007, fríggjadagin, 21. september, kl. 9,30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu, Kaj Leo Johannessen, Andrias Petersen, Vilhelm Johannesen, Tummas í Garði og landsstýrismenninir Magni Laksáfoss, Jógvan á Lakjuni og Hans Pauli Strøm vóru ikki á fundi.

Farloyvi:

Skriv frá Kjartan Joensen, løgtingsmanni, dagfest tann 21. september 2007, við umsókn um farloyvi frá 21. – 29. september 2007, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Eysturoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Tummas í Garði, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Kjartan Joensen.


Til viðgerðar:
 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. S-14/2007 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi landssjúkrahúsinum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. S-15/2007: til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi leiðbeining um vard størv
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 29/2007: Uppskot til samtyktar um at seta í gildi Kyotosáttmálan
Málið beint í uttanlandsnevndina
 

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 23/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Landsjørð
Málið beint í vinnunevndina
 

5.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 26/2007: Uppskot til løgtingslóg um at byggja nýggj hølir til Trygdarmiðstøðina í Klaksvík, at tingmenninir Jenis av Rana, Bill Justinussen og Karsten Hansen, vegna Miðflokkin hava lagt fram tingmál nr. 25/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, at tingmenninir, Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu, hava lagt fram tingmál nr. 27/2007: Uppskot til løgtingslóg um barnaumboðsmann, at tingmenninir Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Heidi Petersen, Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen og Páll á Reynatúgvu vegna Tjóðveldi hava lagt fram tingmál nr. 28/2007: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a.
 

Formaðurin fráboðaði hesar skrivligu fyrispurningar:
Nr. S-16/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi vegagerð gjøgnum Leirvík
Nr. S-17/2007 til Magna Laksafoss, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni,
Viðvíkjandi møguligum holum í kapitalvinningsskattalógini
Nr. S-18/2007 til Magna Laksafoss, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi
føroyska gjaldsjavnanum mótvegis útheiminum
Nr. S-19/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi millumbylgjusendaranum
 

Fundur niðurlagdur kl. 13.15
Fundur uppafturtikin kl. 13.17
 

6.      Framløga framhald:
Magni Laksafoss, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 30/2007: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2007

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 25. september 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. S-16/2007: til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi vegagerð gjøgnum Leirvík

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. S-17/2007 til Magna Laksáfoss, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguligum holum í kapitalvinningsskattalógini

3.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. S-18/2007 til Magna Laksáfoss, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyska gjaldsjavnanum mótvegis útheiminum

4.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. S-19/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi millumbylgjusendaranum

5.      Aðalorðaskifti um tingmál nr. F-2/2007: Frágreiðing sambært § 51, stk 4 í tingskipanini til aðalorðaskifti um endurskoðan av gymnasialu miðnámsútbúgvingunum

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2007: Uppskot til samtyktar um vakstraravtalu fyri Suðuroynna
Málið verður beint í  rættarnevndina

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 16/2007: Uppskot til samtyktar um at skipa tjóðarlundir í Føroyum
Málið verður beint í rættarnevndina

8.      Framløga 

 

Fundur lokin kl.13.25

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari