Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

11. fundur

 

Ár 2007, hósdagin, 13. september, kl. 9,30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Olav Enomoto, Kristian Magnussen og Andrias Petersen, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og  Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:

 

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 13/2007: Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya
    Málið varð beint í fíggjarnevndina.
     
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. S-7/2007 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ráðgevandi toymi fyri kvinnur.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
     
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. S-8/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tiltøkum móti happing í fólkaskúlanum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
     
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. S-9/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi talinum av ungum, sum hava roynt sjálvmorð.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
     
  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. S-10/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðsumstøðunum á Tjóðpalli Føroya.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
     
  6. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. S-11/2007 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikanum hjá føroyingum at veiða makrel.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
     
  7. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. S-12/2007 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at fáa útisetar heim aftur til Føroyar.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
     
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 8/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (yvirtøka av málsøkjunum vinnufeløg, vinnugrunnar og ársroknskaparlóggávu)
    Málið varð beint í uttanlandsnevndina.
     
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2007: Uppskot til samtyktar um EFTA og ræði á málum og málsøkjum 
    Málið varð beint í uttanlandsnevndina.
     
  10. Framløga
    Formaðurin boðaði frá, at Heidi Petersen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin hevur lagt fram tingmál
    nr. 16/2007: Uppskot til samtyktar um at skipa tjóðarlundir í Føroyum, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 21/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 23/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð

 

Tikið av dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2007: Uppskot til samtyktar um vakstraravtalu fyri Suðuroynna
 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 18. september 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 17/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Málið verður beint í vinnunevndina.

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. (barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar)
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar).
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

4.      Framløga. 

 

Fundur lokin kl.16.20 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Armgarð Godtfred
skrivari