Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

10. fundur

 

Ár 2007, mikudagin, 12. september, kl. 9,30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmaðurin Andrias Petersen , Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar: 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 7/2007: Uppskot til samtyktar um heilsuátøk í skúlum.
Málið beint í trivnaðarnevndina
 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 11/2007: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar
Málið beint í rættarnevndina
 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 12/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)
Málið beint í fíggjarnevndin
 

4.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Annita á Fríðriksmørk, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 17/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 18/2007:  Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting, tingmenninir Høgni Hoydal, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Tórbjørn Jacobsen, Annita á Fríðriksmørk og Heidi Petersen vegna Tjóðveldisflokkin hava lagt fram tingmálini nr. 19/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. (barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar) og nr. 20/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar).

 

Formaðurin fráboðaði hesar skrivligu fyrispurningar:
Nr. S-7/2007: til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ráðgevandi toymi fyri kvinnur
nr. S-8/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tiltøkum móti happing í fólkaskúlanum
nr. S-9 /2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi talinum av ungum, sum hava roynt sjálvmorð
nr. S-10 /2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðsumstøðunum á Tjóðpalli Føroya
nr. S-11 /2007 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikunum hjá føroyingum at veiða makrel
nr. S-12 /2007 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at fáa útisetar heim aftur til Føroyar

 

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr.10/2007: Uppskot til løgtingslóg um fast samband millum Sandoy og Streymoy


Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 13. september 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. S-7/2007 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ráðgevandi toymi fyri kvinnur
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. S-8/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tiltøkum móti happing í fólkaskúlanum
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. S-9/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi talinum av ungum, sum hava roynt sjálvmorð
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. S-10/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðsumstøðunum á Tjóðpalli Føroya
  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. S-11/2007 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikanum hjá føroyingum at veiða makrel
  6. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. S-12/2007 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at fáa útisetar heim aftur til Føroyar
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 13/2007: Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 8/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (yvirtøka av málsøkjunum vinnufeløg, vinnugrunnar og ársroknskaparlóggávu)
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2007: Uppskot til samtyktar um EFTA og ræði á málum og málsøkjum
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  10.  1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2007: Uppskot til samtyktar um vakstraravtalu fyri Suðuroynna
    Málið verður beint í rættarnevndina
  11.  Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 17.38 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Armgarð Godtfred
skrivar