Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007
7. fundur
Ár 2007, týsdagin, 4. september, kl. 9,30 varð tingfundur settur.
Løgtingsmennir Vilhelm Johannssen og Heidi Petersen og
Jógvan á
Lakjuni, landsstýrismaður, vóru
ikki á fundi.
Farloyvi:
Skriv frá Alfred Olsen,
løgtingsmanni, dagfest tann 3. september 2007, við umsókn um farloyvi frá 4. til
14. september 2007, og at næstvaldi á lista Sambandsfloksins í Eysturoyar
valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á Hergeir Nielsen, Kaj Leo
Johannessen og Páll á Reynatúgvu um at kanna, hvør næstvaldur er á lista
Sambandsfloksins í Eysturoyar valdømi. Hergeir Nielsen mælti til, vegna seg
sjálvan, Kaj Leo Johannessen og Páll á Reynatúgvu, at Frithleif Olsen tekur sæti
á tingi fyri Alfred Olsen. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
Til viðgerðar:
1.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 2/2007: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juli 2007
Uppskotið samtykt
26-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
2.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
3/2007: Uppskot til samtyktar um at luta út partabrøv í Føroya Banka til
Føroya fólk.
Málið beint í fíggjarnevndina.
3.
1. viðgerð
av tingmáli
nr.
5/2007: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
Málið beint í
rættarnevndina.
4.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Jenis av Rana, Bill Justinussen og
Karsten Hansen vegna Miðflokkin hava lagt fram tingmál
nr. 7/2007: Uppskot til samtyktar um heisluátøk í skúlum, at Jóannes
Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál
nr. 8/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á
málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum vinnufeløg, vinnugrunnar og
ársroknskaparlóggávu), at Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, hevur lagt fram
tingmál
nr. 10/2007: Uppskot til løgtingslóg um fast samband millum Sandoy og
Streymoy, at tingmenninir Høgni Hoydal, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu,
Finnur Helmsdal, Tórbjørn Jacobsen, Annita á Fríðriksmørk og Heidi Petersen
vegna Tjóðveldisflokkin hava lagt fram tingmálini
nr. 12/2007: Uppskot til løgtinglóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) og
nr. 13/2007: Uppskot til løgtinglóg um Búskapargrunn Føroyar, at Hergeir
Nielsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin hevur lagt fram tingmálini
nr. 11/2007: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-framskjalið í gildi fyri
Føroyar,
nr.
14/2007: Uppskot til samtyktar um EFTA og ræði á málum og málsøkjum og
nr. 15/2007: Uppskot til samtyktar um vakstraravtalu fyri Suðuroynna.
Formaðurin
fráboðaði hesar skrivligu fyrispurningar
Nr. S-5/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jenis av Rana,
løgtingsmanni, viðvíkjandi Hvalbiartunlinum og øðrum ikki dagførdum eldri tunlum
Nr. S-6/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi stuðli til virksemi hjá føroyingafeløgum uttanlands.
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 5. september 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. S-5/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi Hvalbiartunlinum og øðrum ikki dagførdum eldri tunlum
2. Nr. S-6/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi stuðli til virksemi hjá føroyingafeløgum uttanlands
3. Munnligir fyrispurningar
4. Framløga
Fundur lokin kl. 20.37
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Beinta
Isaksen
skrivari