Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007
4. fundur
Ár 2007, fríggjadagin, 10. august, kl. 9.30, varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Vilhelm Johannesen, Sverre Midjord, Poul Michelsen og Jenis av Rana og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
1. viðgerð av tingmáli nr.
2/2007: Uppskot til
eykajáttanarløgtingslóg fyri juli 2007
Málið beint í fíggjarnevndina
2.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr.
4/2007: Uppskot til løgtingslóg um tryggingarvirksemi, og at vinnunevndin hevur
lagt fram álit í tingmáli nr.
1/2007:
Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Formaðurin
fráboðaði hesar skrivligu fyrispurningar
Nr.
S-1/2007 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen,
løgtingsmanni, viðvíkjandi bjargingararbeiðnum, tá ið russiski trolarin
”Olshana” rendi á Flesjarnar í Tangafirði og sakk hin 3. august 2007, og
nr.
S-2/2007 til Søren Christensen, ríkisumboðsmann, frá Tórbjørn Jacobsen,
løgtingsmanni, viðvíkjandi føroysku sendistovuumboðanini samsvarandi
felagslýsingini, undirritað í Fámjin 29. mars 2005
Formaðurin setti næsta fund at
verða týsdagin 14. august 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
1. Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-1/2007 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bjargingararbeiðnum, tá ið russiski trolarin ”Olshana” rendi á Flesjarnar í Tangafirði og sakk hin 3. august 2007
2. Atkvøðugreiðsla um uppskot um at velja limirnar í Útnorðurráðnum av nýggjum
3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
4. Framløga
Fundur lokin kl. 11.35
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari