Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

3. fundur

 

Ár 2007, fríggjadagin, 3. august, kl. 9.00, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

 

1.        Val av tveimum limum og tveimum tiltakslimum til Norðurlandaráðið

Formaðurin boðaði frá, at Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin við 25 tingmonnum hava gjørt valbólk í sambandi við val av limum í Norðurlandaráðið.

Vald vóru:
Fastir limir:
1.  Jógvan við Keldu
2. 
Kári P. Højgaard
Varalimir:
1. 
Óli Breckmann
2.  Lisbeth L. Petersen

 

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 1/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið beint í vinnunevndina.
 

3.        Framhald av umrøðuni av løgmansrøðuni á ólavsøku
Málið avgreitt.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 10.august 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 2/2007: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juli 2007
Málið verður beint í fíggjarnevndina

2.      Framløga.

 

Fundur lokin kl. 19.12 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari