Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

28. fundur

 

Ár 2006, týsdagin 21. november, kl. 13.40, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Karsten Hansen, Hergeir Nielsen, Johan Dahl, Sverre Midjord, Vilhelm Johannesen og Jógvan við Keldu, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.    Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-13/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýtsluni hjá kommunum síðani 2004
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.    1. viðgerð av tingmáli nr. 28/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan
Málið beint í mentanarnevndina.
 

3.    1. viðgerð av tingmáli nr. 42/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2007 og 2008”
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

4.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 18/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
 

Tikið av dagsskrá: 

1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Barnafrádráttur) og 1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2006: Uppskot til samtyktar um at skipa løgfrøði á Fróðskapar­setri Føroya
 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 22. november, 2006, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

 

1.    Munnligir fyrispurningar

2.    Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.27 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari