Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

3. fundur

 

Ár 2005, fríggjadagin, 4. august, kl. 9.00, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Poul Michelsen, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

 

Til viðgerðar:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 2/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið beint í vinnunevndina.
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.35
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

2.      Val av tveimum limum og tveimum tiltakslimum til Norðurlandaráðið
Formaðurin boðaði frá tveimum valbólkum. Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin við 22 tingmonnum og Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin við 10 tingmonnum.

Vald vóru:
Fastir limir:
1.  Jógvan við Keldu
2.  Kári P. Højgaard
Varalimir:
1.  Óli Breckmann
2.  Lisbeth L. Petersen
 

3.      Framhald av umrøðuni av løgmansrøðuni á ólavsøku
Málið avgreitt.
 

4.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
 løgtingsmenninir Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, vegna Tjóðveldisflokkin, hava lagt fram tingmál nr. 6/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.


Tikið aftur:
 

Formaðurin boðaði frá, at tingmál nr. 5/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, er tikið aftur av uppskotssetarunum.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 11. august 2005, kl. 10.00,  við hesi dagsskrá:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 3/2006: Uppskot til samtyktar um rætt til løn undir fráveru vegna sjúku hjá børnum
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 4/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 6/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið verður beint í vinnunevndina.

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2006
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

5.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 17.08 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari