Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

2. fundur

 

Ár 2006, mikudagin 2. august, kl. 9.00, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen og Poul Michelsen vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.    Umrøða av løgmansrøðuni á ólavsøku
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.30
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
Fundur niðurlagdur kl. 18.10
Fundur uppafturtikin hósdagin 3. august 2006 kl. 9.00
Fundur niðurlagdur kl. 12.20
Fundur uppafturtikin kl. 13.30


Umrøðan niðurløgd.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 4. august 2006, kl. 9.00, við hesi dagsskrá:

 

1.    Val av tveimum limum og tveimum tiltakslimum til Norðurlandaráðið

2.    1. viðgerð av tingmáli nr. 2/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

3.    Framhaldandi umrøða av løgmansrøðuni á ólavsøku

4.    Framløga. 

 

Fundur lokin kl. 18.15 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari