Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

1. fundur

 

Ár 2006, ólavsøkudag, kl. 13.00, varð tingfundur settur.

 

Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, var ikki á fundi.

 

Løgtingsformaðurin lýsti tingsetuna 2006 at vera setta sambært § 10 í stýrisskipanarlógini.

 

Farloyvi: 

Skriv frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, dagfest tann 20. juli 2006, við umsókn um far­loyvi frá 29. juli 2006 og 10 dagar fram, og at næstvaldi á lista Miðfloksins í Eysturoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Vinjard Johansen, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Bill Justinussen.


Formaðurin bar fram minningarorð um Petur Christiansen, fyrrverandi løgtingsmann, ið andaðist tann 9. mai 2006, og tingmenn mintust hann  í tøgn.

 

Til viðgerðar: 

1.    Løgmaður greiddi, sambært stýrisskipanarlógini § 12, stk. 1, frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja.
 

2.    Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 2/2006: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, at Jenis av Rana, løgtingsmaður, vegna Miðflokkin hevur lagt fram tingmálini nr. 3/2006: Uppskot til samtyktar um rætt til løn undir fráveru vegna sjúku hjá børnum, og nr. 4/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum, at Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vegna Sjálvsstýrisflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 1-2/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2006, og at løgtingsmenninir Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, vegna Tjóð­veldisflokkin, hava lagt fram tingmál nr. 5/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 2. august 2006, kl. 9.00, við hesi dagsskrá:

 

1.    Umrøða av løgmansrøðuni á ólavsøku.

2.    Framløga.

 

 

Fundur lokin kl. 13.40 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari