Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005
70. fundur
Ár 2006, mánadagin 13. mars, kl. 9.30 varð tingfundur settur.
Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, var ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
1. viðgerð av tingmáli nr.
96/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtingslógum í
sambandi við Hoyvíkssáttmálan
Málið beint í vinnunevndina.
Fundur niðurlagdur kl. 12.16
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
2.
1. viðgerð av tingmáli nr.
89/2005: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skráseting av skipum
Málið beint í vinnunevndina.
3.
1. viðgerð av tingmáli nr.
90/2005:
Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Málið beint í fíggjarnevndina.
4.
1. viðgerð av tingmáli nr.
91/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn
fyri avreiðingar og lønir v.m.
Málið beint í
fíggjarnevndina.
5.
1. viðgerð av tingmáli nr.
92/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
lønarhæddaravgjald
Málið beint í
fíggjarnevndina.
6.
1. viðgerð av tingmáli nr.
93/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya
Realkreditstovn (Realin)
Málið beint í
fíggjarnevndina.
Tingmálini nr. 90/2005, nr. 91/2005, nr. 92/2005 og nr. 93/2005 vórðu viðgjørd
undir einum.
7.
1. viðgerð av tingmáli nr.
99/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um biografar
Málið beint í mentanarnevndina.
8.
1. viðgerð av tingmáli nr.
79/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til
umsorgararbeiði
Málið beint í trivnaðarnevndina.
Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-2, 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-11/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-3, og svar upp á fyrispurning nr. 100-38/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá John Johannessen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tiltøkum ímóti ávísum lærarum í Hoydølum.
Formaðurin setti næsta fund at verða
týsdagin 14. mars 2006, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:
1. 1. viðgerð
av tingmáli nr.
86/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini
Málið verður beint í vinnunevndina.
2.
1. viðgerð av tingmáli nr.
102/2005: Uppskot til samtyktar um málslig krøv til vørumerking,
handilslýsingar, brúkarupplýsing og telduforrit
Málið verður beint í vinnunevndina.
3.
1. viðgerð av tingmáli nr.
103/2005:
Uppskot til samtyktar um einskiljingar av vinnufyritøkum hins almenna
Málið verður beint í vinnunevndina.
4. Framløga
Fundur lokin kl. 18.00
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari