Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

45. fundur

 

Ár 2005, hósdagin 15. desember, kl. 10.05 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Jenis av Rana og Anfinn Kallsberg, og Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi
 

Til viðgerðar:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 12/2005: Uppskot til løgtingslóg um at gera íløgur í útvarps- og sjónvarpssendinetið
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-1-1
Málið avgreitt.
 

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 30/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.

 

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 31/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bókasøvn
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-9.
Málið avgreitt.

 

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.

 

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Annitu á Fríðriksmørk og Finni Helmsdal, til § 1 fall 7-0-22. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð
Broytingaruppskot frá Jenis av Rana og Bill Justinussen til § 1 fall 1-0-27. Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndiní, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen, til § 1 fall 9-0-19. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg, til § 1 samtykt
19-0-9. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

Fundur niðurlagdur kl. 11.55
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

7.      Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-24/2005 frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi fólkapensjón
Málið avgreitt.
 

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 38/2005: Uppskot til løgtingslóg um tunnil millum Øravík og Hov
§§ 1 til og við 5 samtyktar 17-0-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

9.      Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-31/2005 frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi rakstrarkostnaðinum av Smyrli
Málið avgreitt.
 

10.  Jóannes Eidesgaard, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-19/2005 frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, (Høgni Hoydal) viðvíkjandi  føroyskum EFTA limaskapi og fríhandilsavtalum 
Málið avgreitt.
 

11.  Framløga
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 34/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 16. desember 2005, kl. 10.00  við hesi dagsskrá:
 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 44/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 45/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin)

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 40/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 46/2005: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 39/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

6.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-29/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi gerð av tunli millum Vestmanna og Leynar

7.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.39 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari