Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

29. fundur

 

Ár 2005, týsdagin 22. november, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Kristian Magnussen, Vilhelm Johannesen og Anfinn Kallsberg, landsstýrismenninir Hans Pauli Strøm og Bjørn Kalsø, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi
 

Til viðgerðar:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit
Uppskot til samtyktar samtykt 24-0-0.
Málið avgreitt.
 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bókasøvn
Málið beint í mentanarnevndina.
 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing
Málið beint í rættarnevndina.
 

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Málið beint í vinnunevndina.
 

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2005: Uppskot til løgtingslóg um tunnil millum Øravík og Hov
Málið beint í vinnunevndina
 

6.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í  tingmáli nr. 18/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp.

 

Tikið av dagsskrá:

 

2. viðgerð av tingmáli nr. 3/2005: Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya, 2. viðgerð av tingmáli nr. 4/2005: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju, og 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2005: Uppskot til løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum.
 

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-29/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýismann í vinnumálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi gerð av tunli millum Vestmanna og Leynar, og
nr. 100-30/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi kynsbýti í leiðandi størvum hjá P/F Føroya Banka 

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 23. november 2005, kl. 13.30  við hesi dagsskrá:

 

1.      Val av Løgtingsins Umboðsmanni

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-29/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýismann í vinnumálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi gerð av tunli millum Vestmanna og Leynar

3.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-30/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi kynsbýti í leiðandi størvum hjá P/F Føroya Banka

4.      Munnligir fyrispurningar

5.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-10/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi rættartrygd í viðgerðini av umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi

6.      Framløga  

 

Fundur lokin kl. 19.45 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari