Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

23. fundur

 

Ár 2005, hósdagin 10. november, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Jógvan á Lakjuni og Jógvan við Keldu, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi

 

Til viðgerðar:
 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.”
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om værdipapirhandel m.v.”
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om finansiel virksomhed”
Málið beint í fíggjarnevndina.

Tingmálini nr. 25/2005, nr. 26/2005 og nr. 27/2005 vórðu viðgjørd undir einum.
 

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2005
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-7. 
Málið avgreitt.
 

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 23/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi protokoll millum Danmark og Føroyar um ískoyti til Sáttmála frá 23. september 1996 millum Norðurlond at sleppa undan, at inntøku- og ognarskattir verða tvískattaðir
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

8.      1. viðgerð av tingmáli nr. 22/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
Málið beint í fíggjarnevndina.

Tingmálini nr. 19/2005, nr. 20/2005 og nr. 22/2005 vórðu viðgjørd undir einum.
 

9.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 37/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 38/2005: Uppskot til løgtingslóg um tunnil millum Øravík og Hov, og nr. 39/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 13/
2005: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a., og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 9/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð.

 

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-24/2005 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almannamálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi fólkapensjón
 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 11. november 2005, kl. 9.30  við hesi dagsskrá:
 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-24/2005 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almannamálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi fólkapensjón

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi Hoyvíkssátmálan
Málið verður beint í uttanlandsnevndina.

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 24/2005: Uppskot til broytingar í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

4.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 16.44


Edmund Joensen
løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari