Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

80. fundur 

Ár 2005, mikudagin 6. juli kl. 22.10 varð tingfundur settur. 

Løgtingsmenninir Karsten Hansen, Johan Dahl og Bill Justinussen, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, landsstýrismenninir Hans Pauli Strøm, Jógvan á Lakjuni, Jógvan við Keldu og Bjørn Kalsø, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar: 

1.     2. viðgerð av tingmáli nr. 103/2004: Uppskot til løgtingslóg um at leingja sáttmálan millum Elfelagið SEV og Maskinmeistarafelagið
§§ 1 til og við 4 samtyktar 20-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 7. juli 2005, kl. 00.00 við hesi dagsskrá: 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 103/2004: Uppskot til løgtingslóg um at leingja sáttmálan millum Elfelagið SEV og Maskinmeistarafelagið

2.      Framløga

Fundur lokin kl. 23.50 

Edmund Joensen
løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari