Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

72. fundur

 

Ár 2005, mikudagin 4. mai kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Sverre Midjord, løgtingsmaður, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.         3. viðgerð av tingmáli nr. 65/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0.
Málið avgreitt.
 

2.         3. viðgerð av tingmáli nr. 67/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til mentan og list v.m.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-2.
Málið avgreitt.
 

3.         3. viðgerð av tingmáli nr. 79/2004: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarhjálp
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-1-8.
Málið avgreitt.
 

4.         3. viðgerð av tingmáli nr. 47/2004: Uppskot til løgtingslóg um verju av havumhvørvinum
Broytingaruppskot frá Alfred Olsen, Kristian Magnussen, Poul Michelsen, Sverra Midjord, Marjus Dam, Finni Helmsdal og Bill Justinussen til heiti “Sjóbjargingarstøðin” samtykt 26-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt tið 3. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
Málið avgreitt.
 

5.         3. viðgerð av tingmáli nr. 53/2005: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-2.
Málið avgreitt.

 

6.         Munnligir fyrispurningar.
 

7.         Framløga
Formaðurin boðað frá, at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í   tingmálunum nr. 91/2004: Uppskot til lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka, og nr. 92/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi  fyri Føroyar “Lov om de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder”.

 

Formaðurin las skriv frá løgtingsmonnunum Jenis av Rana og Bill Justinussen, viðvíkjandi tingmálunum nr. 86/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (fiskapakkin), og nr. 87/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna uppboðssølu av fiski (fiskapakkin). Víst verður á § 32, stk. 3 í tingskipanini, og biðið verður um, at tingformaðurin setir til atkvøðugreiðslu spurningin um, at málini fara til 2. viðgerð uttan nevndarálit.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 6. mai 2005, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-21/2004 til Birgit Kleis, ríkisumboðsmann, frá Heðin D. Poulsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi grønlendsku heimildarlógini í uttanríkismálum

2.      Atkvøðugreiðsla um tingmálini. nr. 86/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (fiskapakkin) og nr. 87/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna uppboðssølu av fiski, sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini, og møgulig 2. viðgerð av málunum.

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 91/2004: Uppskot til lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 92/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi  fyri Føroyar “Lov om de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder”

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 40/2004: Uppskot til løgtingslóg um tænastumannaeftirløn til ávísar lærarar

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 78/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 88/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 80/2004: Uppskot til løgtingslóg um sjúkrahúsverkið

9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 81/2004: Uppskot til løgtingslóg um tiltøk at minka tubbaksnýtsluna (Tubbakslógin)

10.  2. viðgerð av tingmáli nr. 83/2004: Uppskot til løgtingslóg um gransking í mannaílegum (Ílegulógin)

11.  1. viðgerð av tingmáli nr. 99/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

12.  Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.10

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari