Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

70. fundur

 

Ár 2005, fríggjadagin 29. apríl, kl. 10.05 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Heidi Petersen og Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og landsstýrismenninir Jógvan á Lakjuni og Bjørn Kalsø vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.         3. viðgerð av tingmáli nr. 44/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0.
Málið avgreitt.
 

2.         3. viðgerð av tingmáli nr. 52/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-2.
Málið avgreitt.
 

3.         3. viðgerð av tingmáli nr. 76/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om sygeplejersker, således som den er sat i kraft for Færøerne”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.
 

4.         3. viðgerð av tingmáli nr. 89/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.
 

5.         3. viðgerð av tingmáli nr. 59/2004: Uppskot til løgtingslóg um at byggja Fiskivinnuskúla í Vestmanna
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.
 

6.         3. viðgerð av tingmáli nr. 60/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
Málið avgreitt.
 

7.         3. viðgerð av tingmáli nr. 66/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
Málið avgreitt.
 

8.         3. viðgerð av tingmáli nr. 54/2004: Uppskot til løgtingslóg um serskúla
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-1-0.
Málið avgreitt.

 

9.         3. viðgerð av tingmáli nr. 61/2004: Uppskot til løgtingslóg um útgávu av undirvísingarmiðlum
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
Málið avgreitt.

 

10.     Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-27/2004 frá Finni  Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi lóg um endurgjaldsábyrgd mótvegis skeivt viðgjørdum sjúklingum
Málið avgreitt.
 

11.     Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 95/2004: Uppskot til lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera, og nr. 96/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler”.

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málini kunnu leggjast fram og fáa viðgerð: Anfinn Kallsberg, Óli Breckmann, Heðin Zachariasen, Kjartan Joensen, Mamy Dahl Sørensen, Mikkjal Sørensen, Gerhard Lognberg, Henrik Old, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Asbjørn Djurhuus, Kristian Magnussen, Jákup Mikkelsen, Alfred Olsen, Marjus Dam, Johan Dahl og John Johannessen.

Bárður Nielsen, landsstýrismaður, hevur, vegna landsstýrið, lagt fram tingmálini nr. 97/2004: Uppskot til løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum, og nr. 98/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Lov om personalemæssige spørgsmål i forbindelse med de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder”.

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málini kunnu leggjast fram og fáa viðgerð: Olav Enomoto, Óli Breckmann, Jørgen Niclasen, Kjartan Joensen, Anfinn Kallsberg, Kaj Leo Johannesen, Kristian Magnussen, Henrik Old, Marjus Dam, Johan Dahl, John Johannessen, Andrias Petersen, Gerhard Lognberg, Mikkjal Sørensen, Mamy Dahl Sørensen, Heðin Zachariasen, Poul Michelsen, Jákup Mikkelsen, Alfred Olsen og Lisbeth L. Petersen.

 

Tikið av dagsskrá: 

Svar upp á fyrispurning nr. 100-21/2004 til Birgit Kleis, ríkisumboðsmann, frá Heðin D. Poulsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi grønlendsku heimildarlógini í uttanríkismálum

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 3. mai 2005, kl. 10.00 við hesi dagsskrá: 

 

1.         1. viðgerð av tingmáli nr. 94/2004: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni
Málið verður beint í mentanarnevndina.

2.         1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2004: Uppskot til lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera
Málið verður beint í uttanlandsnevndina.

3.         1. viðgerð av tingmáli nr. 96/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler”
Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
Tingmálini nr. 95/2004 og nr. 96/2004 verða viðgjørd undir einum.

4.         1. viðgerð av tingmáli nr. 97/2004: Uppskot til løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

5.         1. viðgerð av tingmáli nr. 98/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Lov om personalemæssige spørgsmål i forbindelse med de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder”
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
Tingmálini nr. 97/2004 og nr. 98/2004 verða viðgjørd undir einum.

6.         Framløga 

 

Fundur lokin kl. 11.20

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari