Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

69. fundur

 

Ár 2005, hósdagin 28. apríl, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Heidi Petersen og Kaj Leo Johannesen, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm og Bjørn Kalsø, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Formaðurin kunnaði um, at ætlanin er, at tingsetan skal enda 13. mai 2005, og gjørdi vart við, at seinastu ferð munnligir fyrispurningar eru á dagsskrá í hesi tingsetu er mikudagin 4. mai 2005.

 

Til viðgerðar:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 65/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin)
Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 1 samtykt 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 67/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til mentan og list v.m.
Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til § 2 samtykt 27-0-0.
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 79/2004: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarhjálp
Broytingaruppskot frá meirilutanum í uttanlandsnevndini, Johan Dahl, Óla Breckmann, Anfinn Kallsberg, John Johannessen og Kristian Magnussen, til § 3 samtykt 20-0-8. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 20-0-8. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 47/2004: Uppskot til løgtingslóg um verju av havumhvørvinum
Broytingaruppskot
frá samdari rættarnevnd til heitið “MRCC Tórshavn”, §§ 22, 24, 40 og 48 samtykt 24-0-2. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 53/2004: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung
§§ 1 til og við 12 samtyktar 23-0-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 75/2004: Uppskot til samtyktar um Sáttmála um Evropeiska Orkusáttmálan frá 17. desember 1994
Uppskotið tikið aftur av uppskotssetaranum, Jóannes Eidesgaard, løgmanni.
 

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 40/2004: Uppskot til løgtingslóg um tænastumannaeftirløn til ávísar lærarar
Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til §§ 1 og 2 samtykt 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

8.      Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-24/2004 frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi ómynduggering.
Málið avgreitt.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 29. apríl 2005, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.         3. viðgerð av tingmáli nr. 44/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð

2.         3. viðgerð av tingmáli nr. 52/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.

3.         3. viðgerð av tingmáli nr. 76/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om sygeplejersker, således som den er sat i kraft for Færøerne”

4.         3. viðgerð av tingmáli nr. 89/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin)

5.         3. viðgerð av tingmáli nr. 59/2004: Uppskot til løgtingslóg um at byggja Fiskivinnuskúla í Vestmanna

6.         3. viðgerð av tingmáli nr. 60/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum

7.         3. viðgerð av tingmáli nr. 66/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

8.         3. viðgerð av tingmáli nr. 54/2004: Uppskot til løgtingslóg um serskúla

9.         3. viðgerð av tingmáli nr. 61/2004: Uppskot til løgtingslóg um útgávu av undirvísingarmiðlum

10.     Svar upp á fyrispurning nr. 100-27/2004 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann í lógamálum, frá Finni  Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi lóg um endurgjaldsábyrgd mótvegis skeivt viðgjørdum sjúklingum

11.     Svar upp á fyrispurning nr. 100-21/2004 til Birgit Kleis, ríkisumboðsmann, frá Heðin D. Poulsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi grønlendsku heimildarlógini í uttanríkismálum

12.     Framløga 

 

Fundur lokin kl. 16.25 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari