Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

68. fundur

 

Ár 2005, mikudagin 27. apríl, kl. 13.40 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Heidi Petersen og Kaj Leo Johannesen, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm og Bjørn Kalsø, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.
 

Farloyvi: 

Skriv frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, dagfest tann 27. apríl 2005, við umsókn um farloyvi frá í dag og 10 dagar fram, og at næsti maður á lista Sjálvstýrisfloksins í Eysturoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Dánial Petur Hansen, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Kára P. Højgaard.

 

Skriv frá Olav Enomoto, løgtingsmanni, dagfest tann 27. apríl 2005, við umsókn um farloyvi frá í dag og 10 dagar fram, og at næsti maður á lista Sambandsfloksins í Norðstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á tingmenninar Hergeir Nielsen, Gerhard Lognberg og Lisbeth L. Petersen um at kanna valbrøvini í Norðstreymoyar valdømi.

 

Fundur niðurlagdur kl. 13.41
Fundur uppafturtikin kl. 13.45


Hergeir Nielsen mælti til, vegna seg sjálvan, Gerhard Lognberg og Lisbeth L. Petersen, at Asbjørn Djurhuus tekur sæti fyri Olav Enomoto

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.


Til viðgerðar:

 

1.         3. viðgerð av tingmáli nr. 26/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.

 

2.         3. viðgerð av tingmáli nr. 49/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.

 

3.         2. viðgerð av tingmáli nr. 44/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð
Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 27-0-0.
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.         2. viðgerð av tingmáli nr. 45-6/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2003
Uppskot til samtyktar samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.
 

5.         2. viðgerð av tingmáli nr. 50/2004: Uppskot til løgtingslóg um fosturtøkunevnd
Uppskotið tikið aftur av uppskotssetaranum, Jenis av Rana.
 

6.         3. viðgerð av tingmáli nr. 84/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
Málið avgreitt.

 

7.         3. viðgerð av tingmáli nr. 85/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Broytingaruppskot frá Alfred Olsen, Andrias Petersen, Óla Breckmann og Heðin Zachariasen til § 1 samtykt 17-1-8. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-6.
Málið avgreitt.
 

8.         2. viðgerð av tingmáli nr. 52/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.
§§ 1 og 2 samtyktar 24-0-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

9.         2. viðgerð av tingmáli nr. 76/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om sygeplejersker således, som den er sat i kraft for Færøerne”
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

10.     2. viðgerð av tingmáli nr. 89/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin)
Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til heiti
á uppskotinum samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

11.     2. viðgerð av tingmáli nr. 59/2004: Uppskot til løgtingslóg um at byggja Fiskivinnuskúla í Vestmanna
Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til § 2 samtykt 26-0-0.
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

12.     2. viðgerð av tingmáli nr. 60/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum
§§ 1 til og við 10 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

13.     2. viðgerð av tingmáli nr. 66/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
§§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

14.     2. viðgerð av tingmáli nr. 54/2004: Uppskot til løgtingslóg um serskúla
§§ 1 til og við 14 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

15.     2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2004: Uppskot til løgtingslóg um útgávu av undirvísingarmiðlum
§§ 1 til og við 7 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

16.     2. viðgerð av tingmáli nr. 62/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um  innflutning og sølu av rúsdrekka
Uppskot frá Bill Justinussen um at beina málið aftur í nevnd fall 3-0-22. §§ 1 og 2 fullu 4-2-22. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
 

17.     2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2004: Uppskot til løgtingslóg um landsskúlalæknaskipan
§§ 1 til og við 10 fullu 2-0-21. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
 

18.     Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-26/2004 frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi eftirskúlum í Føroyum
Málið avgreitt.
 

19.     Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 94/2004: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni.

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Kaj Leo Johannesen, Johan Dahl, Marjus Dam, Mikkjal Sørensen, Gerhard Lognberg, Heðin Zachariasen, Kjartan Joensen, Poul Michelsen, Olav Enomoto, Alfred Olsen, Kristian Magnussen, Mamy Dahl Sørensen, Lisbeth L. Petersen, Andrias Petersen, John Johannessen, Óli Breckmann og Henrik Old.

At vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 78/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu, og nr. 88/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 80/2004: Uppskot til løgtingslóg um sjúkrahúsverkið, nr. 81/2004: Uppskot til løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna, og nr. 83/2004: Uppskot til løgtingslóg um gransking í mannaílegum (Ílegulógin)

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 28. apríl 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 65/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin)

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 67/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til mentan og list v.m.

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 79/2004: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarhjálp

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 47/2004: Uppskot til løgtingslóg um verju av havumhvørvinum

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 53/2004: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 75/2004: Uppskot til samtyktar um Sáttmála um Evropeiska Orkusáttmálan frá 17. desember 1994

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 40/2004: Uppskot til løgtingslóg um tænastumannaeftirløn til ávísar lærarar

8.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-24/2004 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann í lógamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi ómynduggering

9.      Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 17.52 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari