Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

67. fundur

 

Ár 2005, hósdagin 21. apríl, kl. 9.45 varð tingfundur settur.


Til viðgerðar:

 

1.         1. viðgerð av tingmáli nr. 91/2004: Uppskot til lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka
 

2.         1. viðgerð av tingmáli nr. 92/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi  fyri Føroyar “Lov om de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder”

Tingmálini nr. 91/2004 og 92/2004 vórðu viðgjørd undir einum.
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.22

Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

       Uppskot frá Kára P. Højgaard um at beina málini í serliga nevnd sambært § 25 í tingskipanini fall 10-1-17. Málini beind í uttanlandsnevndina.
 

3.         1. viðgerð av tingmáli nr. 93/2004: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til rækjuflotan
Málið beint í vinnunevndina.
 

4.         1. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2005
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

5.          Framløga
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 40/2004:
Uppskot til løgtingslóg um viðbót til eftirløn hjá ávísum tænastumonnum

 

Tikið av dagsskrá: 

Svar upp á fyrispurning nr.100-25/2004 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikum í uppisjóvarvinnuni

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 27. apríl 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.         3. viðgerð av tingmáli nr. 26/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a.

2.         3. viðgerð av tingmáli nr. 49/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði

3.         3. viðgerð av tingmáli nr. 84/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll

4.         3. viðgerð av tingmáli nr. 85/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi

5.         2. viðgerð av tingmáli nr. 44/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð

6.         2. viðgerð av tingmáli nr. 45-6/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2003

7.         2. viðgerð av tingmáli nr. 50/2004: Uppskot til løgtingslóg um fosturtøkunevnd

8.         2. viðgerð av tingmáli nr. 52/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.

9.         2. viðgerð av tingmáli nr. 76/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om sygeplejersker således, som den er sat i kraft for Færøerne”

10.     2. viðgerð av tingmáli nr. 89/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin)

11.     2. viðgerð av tingmáli nr. 59/2004: Uppskot til løgtingslóg um at byggja Fiskivinnuskúla í Vestmanna

12.     2. viðgerð av tingmáli nr. 60/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum

13.     2. viðgerð av tingmáli nr. 66/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

14.     2. viðgerð av tingmáli nr. 54/2004: Uppskot til løgtingslóg um serskúla

15.     2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2004: Uppskot til løgtingslóg um útgávu av undirvísingarmiðlum

16.     2. viðgerð av tingmáli nr. 62/2004: Uppskot til løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

17.     2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2004: Uppskot til løgtingslóg um landsskúlalæknaskipan

18.     Svar upp á fyrispurning nr. 100-26/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi eftirskúlum í Føroyum

19.     Framløga 

Fundur lokin kl. 21.55 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari