Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004
62. fundur
Ár 2005, mikudagin 6. apríl, kl. 13.35 varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Høgni
Hoydal, Lisbeth L. Petersen og John Johannessen, Jógvan við Keldu,
landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru
ikki á fundi.
Til viðgerðar:
2.
Atkvøðugreiðsla um fyrispurning
nr. 100-27/2004 til Jógvan við Keldu,
landsstýrismann í lógamálum, frá Finni
Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi lóg um endurgjaldsábyrgd mótvegis
skeivt viðgjørdum sjúklingum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at
fyrispurningurin skal svarast.
3.
2. viðgerð
av tingmáli
nr. 51/2004:
Uppskot til løgtingslóg um at gera tunnil við tilhoyrandi vegasambandi
millum Øravík og Hov
§§ 1 og 2 samtyktar
23-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3.
viðgerð.
4.
Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður, svaraði
fyrispurningi
nr. 100-20/2004 frá Heðini D. Poulsen (Óla
Breckmann), løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyskari gransking og
løgfrøði
Málið avgreitt.
5.
Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður, svaraði
fyrispurningi
nr. 100-22/2004 frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi føðideildini á
Landssjúkrahúsinum
Málið avgreitt.
6.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at trivnaðarnevndin
hevur lagt fram álit í tingmálunum
nr. 26/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg nr. 48 frá
10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., og
nr. 49/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði, og at
uttanlandsnevndin hevur lagt fram
álit í tingmálunum
nr. 71/2004:
Uppskot til
samtyktar um, at sjálvbodna frumskjalið frá 18. desember 2002 til ST-sáttmálan
frá 10. desember 1984 móti pínslu og aðrari miskunnarleysari, ómenniskjaligari
ella niðrandi viðferð ella revsing verður sett í gildi fyri Føroyar,
nr. 72/2004: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um
almannatrygd frá 18. august 2003,
nr. 73/2004: Uppskot til samtyktar um UNESCO sáttmála frá 17. november 1970
um tiltøk at banna og fyribyrgja óloyviligum inn- og útflutningi og ognarskifti
av mentanargripum og
nr. 74/2004: Uppskot til samtyktar um frumskjal frá 2003 til altjóða
sáttmála um at seta á stovn altjóða grunn viðvíkjandi endurgjaldi fyri
oljudálkingarskaðar frá 1992.
Formaðurin boðaði frá, at seinasta freist at lata inn skrivligar fyrispurningar í hesi tingsetu er fríggjadagin 8. apríl 2005.
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 13. apríl 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:
2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 41/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studentaskúlar v.m.
3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.
4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 51/2004: Uppskot til løgtingslóg um at gera tunnil við tilhoyrandi vegasambandi millum Øravík og Hov
5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-23/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í javnstøðumálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi javnstøðu í almennum partafeløgum
6. Framløga
Fundur lokin kl. 16.49
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari