Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004
61. fundur
Ár 2005, týsdagin 5. apríl, kl. 13.30 varð tingfundur settur.
Lisbeth L. Petersen,
løgtingsmaður,
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru
ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 45-6/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin
fyri fíggjarárið 2003
Málið beint í fíggjarnevndina.
2.
Atkvøðugreiðsla um fyrispurning
nr. 100-26/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá
Finni Helmsdal, løgtingsmanni,
viðvíkjandi eftirskúlum í Føroyum
Samtykt
uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
3.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 39/2004:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í
løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
29-0-0.
Málið avgreitt.
4.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 31/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
matrikulering og sundurbýti v.m.
Uppskot frá Kára P. Højgaard um at beina
málið aftur í nevnd fall
8-0-22.
§§ 1 og 2 fullu
4-0-26.
Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
5.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 41/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
studentaskúlar v.m.
§§ 1 og 2 samtyktar
30-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
6.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 42/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skeið til
hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.
§§ 1 og 2 samtyktar
30-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
7.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 43/2004: Uppskot til samtyktar um ungdómsluttøku
Broytingaruppskot til uppskot til samtyktar samtykt
29-0-1.
Málið avgreitt.
8.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur
lagt fram álit í tingmálunum
nr. 46/2004: Uppskot til løgtingslóg um afturlatingartíðir fyri handlar,
nr. 48/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avtøku av
ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál), og
nr. 69/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
barsilsskipan, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli
nr 64/2004: Uppskot til løgtingslóg um at digitalisera Útvarp og Sjónvarp
Føroya, og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum
nr 55/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
”lov om værdipapirhandel m.v.”,
nr. 56/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
”lov om en garantifond for indskydere og investorer”,
nr. 57/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
”lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive
investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive
investeringsordninger m.v.”,
nr. 58/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri
Føroyar ”lov om finansiel virksomhed”,
nr. 77/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
skrásetingargjald á motorakførum v.m. (skrásetingargjaldslógin), og
nr. 82/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting til løgtingslóg um
meirvirðisgjald
Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-27/2004 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann í lógamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi lóg um endurgjaldsábyrgd mótvegis skeivt viðgjørdum sjúklingum.
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 6. apríl 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:
2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-27/2004 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann í lógamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi lóg um endurgjaldsábyrgd mótvegis skeivt viðgjørdum sjúklingum
3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 51/2004: Uppskot til løgtingslóg um at gera tunnil við tilhoyrandi vegasambandi millum Øravík og Hov
4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-20/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heðin D. Poulsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyskari gransking og løgfrøði
5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-22/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í heilsumálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi føðideildini á Landssjúkrahúsinum
6. Framløga
Fundur lokin kl. 16.01
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari