Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004
60. fundur
Ár 2005, hósdagin 31. mars, kl. 13.40 varð tingfundur settur.
Meiken Krabenhøft,
løgtingsmaður,
landsstýrismenninir Jógvan á Lakjuni, Jógvan við Keldu og Bárður Nielsen, og
Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru
ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 19/2004: Uppskot til løgtingslóg um umskipan av landsskatta-, mvg- og
tollskuld v.m. hjá fólki (Skuldarumskipanarlógin)
Uppskot frá
Annitu á
Fríðriksmørk um at beina málið
aftur í nevnd fall
10-0-18.
Broytingaruppskot frá
Kára P. Højgaard,
Bill Justinussen, Jenis av
Rana og Poul Michelsen til §
10 fall
10-0-18. Uppskotið, sum samtykt við 2.
viðgerð, endaliga samtykt
21-0-7.
Málið avgreitt.
2.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 33/2004: Uppskot til løgtingslóg um at byggja umsitingarbygning á
Krambatanga á Trongisvágsfirði
§§ 1, 2 og 3 fullu
9-0-21. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
Fundur
niðurlagdur kl. 15.29
Fundur uppafturtikin kl. 15.56
3.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 39/2004:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í
løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði
§§ 1 og 2 samtyktar
26-0-0.Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
4.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 45-1/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri
fíggjarárið 2003
Uppskot til samtyktar samtykt
25-0-0.
Málið avgreitt.
5.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 45-2/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri
fíggjarárið 2003
Uppskot til samtyktar samtykt
26-0-0.
Málið avgreitt.
6.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 45-3/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum:
Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2003
Uppskot til samtyktar samtykt
26-0-0.
Málið avgreitt.
7.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 45-4/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fyri
fíggjarárið 2003
Uppskot til samtyktar samtykt
26-0-0.
Málið avgreitt.
8.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 45-5/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri
Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2003
Uppskot til samtyktar samtykt
26-0-0.
Málið avgreitt.
9.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 79/2004: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarhjálp
Málið beint í uttanlandsnevndina.
10.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur
lagt fram álit í tingmáli nr. 51/2004: Uppskot til løgtingslóg um at gera tunnil
við tilhoyrandi vegasambandi millum Øravík og Hov.
Tikið aftur:
Formaðurin boðaði frá at
tingmál
nr.
90/2004: Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um
arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing er tikið aftur av uppskotssetaranum.
Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-25/2004 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá
Hergeir Nielsen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi møguleikum í uppisjóvarvinnuni, og
nr. 100-26/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá
Finni Helmsdal, løgtingsmanni,
viðvíkjandi eftirskúlum í Føroyum.
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 5. apríl 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:
Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-25/2004 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikum í uppisjóvarvinnuni
Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-26/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi eftirskúlum í Føroyum
3. viðgerð av tingmáli nr. 39/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði
2. viðgerð av tingmáli nr. 31/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti v.m.
2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studentaskúlar v.m.
2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.
2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2004: Uppskot til samtyktar um ungdómsluttøku
1. viðgerð
av tingmáli
nr. 45-6/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin
fyri fíggjarárið 2003
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
Framløga
Fundur lokin kl. 18.15
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari