Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

56. fundur

 

Ár 2005, hósdagin 17. mars, kl. 9.00 varð tingfundur settur.

 

Heidi Petersen, løgtingsmaður, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar: 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 53/2004: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 63/2004: Uppskot til løgtingslóg um landsskúlalæknaskipan
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 76/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om sygeplejersker således, som den er sat i kraft for Færøerne”
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

Fundur niðurlagdur kl. 11.58
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 
 

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 59/2004: Uppskot til løgtingslóg um at byggja Fiskivinnuskúla í Vestmanna
Málið beint í mentanarnevndina.
 

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin)
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin)
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 62/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
Málið beint í vinnunevndina.
 

8.      1. viðgerð av tingmáli nr. 88/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið beint í vinnunevndina.
 

Tikið av dagsskrá: 

1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu og 1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2004: Uppskot til løgtingslóg um at digitalisera Útvarp og Sjónvarp Føroya

 

Formaðurin fráboðaði Fyrispurning nr. 100-23/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í javnstøðumálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi javnstøðu í almennum partafeløgum

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 18. mars 2005, kl. 9,00 við hesi dagsskrá:

 

1.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-23/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í javnstøðumálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi javnstøðu í almennum partafeløgum

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 84/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 85/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
Málini nr. 84/2004 og nr. 85/2004 verða viðgjørd undir einum.

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 54/2004: Uppskot til løgtingslóg um serskúla
Málið verður beint í mentanarnevndina.

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
Málið verður beint í vinnunevndina.

6.        1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2004: Uppskot til løgtingslóg um at digitalisera Útvarp og  Sjónvarp Føroya
Málið verður beint í mentanarnevndina.

7.        1. viðgerð av tingmáli nr. 71/2004: Uppskot til samtyktar um, at sjálvbodna frumskjalið frá 18. desember 2002 til ST-sáttmálan frá 10. desember 1984 móti pínslu og aðrari miskunnarleysari, ómenniskjaligari ella niðrandi viðferð ella revsing verður sett í gildi fyri Føroyar
Málið verður beint í uttanlandsnevndina.

8.        1. viðgerð av tingmáli nr. 72/2004: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um almannatrygd frá 18. august 2003
Málið verður beint í uttanlandsnevndina.

9.        1. viðgerð av tingmáli nr. 67/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til mentan og list v.m.
Málið verður beint í mentanarnevndina.

10.    Framløga

 

Fundur lokin kl. 21.05 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein

skrivari